Fótbóltur

- Eg unni teimum so hjartaliga hendan sigurin

Tað sigur føroyska U19-landsliðsvenjarin hjá gentum, Pætur Clementsen, ið slær fast, at 1-0 sigurin á Litava í seinasta dystin í EM-undankappingini í gjár var fult uppiborin.

Mynd: FSF

Mynd: FSF

2019-10-09 10:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir samanlagt 0-16 í dystunum móti Kekkia og Finnlandi reisti føroyska liðið seg væl móti Litava, har Føroyar vunnu 1-0 eftir mál frá Jensu Kannuberg Tórolvsdóttir, júst sum yvirtíðin byrjaði:

- Vit høvdu munin allan dystin, og munurin bara vaks sum seinni hálvleikur leið. Vit komu eisini til alsamt fleiri málmøguleikar, umframt nøkur hornaspørk. So hetta var uppiborið, sigur venjarin, Pætur Clementsen við heimasíðuna hjá FSF.

Les eisini: U19 endaðu við sigri í Finnlandi

Júst tað at ungu kvinnurnar reistu seg so væl eftir tvísiffraða tapi fyri Finnlandi, stórfegnast venjarin um:

- Eg unni teimum so hjartaliga hendan sigurin. Serliga tá hugsað verður um innsatsin, sum tær hava víst í allari kappingini. At kunna reisa seg eftir avsmurningin móti Finnlandi, vísir sálarliga styrki, so hetta var fantastiskt, sigur Pætur Clementsen.

Finnland vann bólkin við fullum stigatali. Kekkia fekk 6 stig, Føroyar endaðu á triðja plássi við 3 stigum, meðan Litava endaði aftast við ongum stigi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder