Fótbóltur

U19: Endaðu við sigri

Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir avgjørdi dystin móti Litava í 90. minutti, og harvið reistu Føroyar seg væl eftir stórtapini fyri Kekkia og Finnlandi.

Stórur fagnaður í føroyska hópinum eftir seinasta bríksl (Mynd: FSF)

Stórur fagnaður í føroyska hópinum eftir seinasta bríksl (Mynd: FSF)

2019-10-08 14:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Leygardagin taptu Føroyar heili 11-0 fyri finsku vertunum í øðrum dystinum í EM-undankappingini, ið hevur verið seinastu vikuna. 

Í fyrsta dystinum taptu Føroyar 5-0 fyri Kekkia. Seinasti dysturin, sum var á skránni, var í dag móti Litava, sum eisini hevði tapt stórt í teimum báðum fyrstu dystunum.

Á føroyska liðnum var liðskiparin Sanna Svarvadal aftur. Hon fekk reytt kort í dystinum ímóti Kekkia. 

[object Object]Tær fyrstu ellivu hjá Føroyum í Finnlandi í dag (Mynd: FSF)

Hagtølini hjá UEFA vísa eina yvirvág til Føroyar: 13-6 í skotroyndum, 8-2 uppá mál og 8-0 í hornaspørkum. Tó kom einki mál fyrrenn í 90. minutti, tá tað endliga bragdaði hjá føroyska liðnum. Tað var Lea Lisberg ið fann Jensu Tórolvsdóttir, og hon avgjørdi dystin. 

Ein frálíkur máti at enda kappingina uppá hjá ungu føroysku kvinnunum.

U19 EM-undankapping
Seinäjoki Stadium - Seinajoki 8. oktober
Føroyar - Litava 1-0 (0-0)
90' Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir 1-0

Føroyar (4-2-3-1): Eyðgerð Rúnadóttir Mikkelsen - Hanna Lamhauge Jacobsen, Julia Helena Dal Henriksen, Lea Símunardóttir Lisberg, Birita Ryan - Maria á Lakjuni, Sanna Svarvadal (L) - Mona Rasmusdóttir, Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, Vár Miðberg - Silja Pálsdóttir Augustinussen 

Rebekka Jóhannusardóttir Olsen, Jacoba Neshamar, Bára Magnussen og Sunnvá Johansen komu inn frá bonkinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder