Fótbóltur

- Ein løtt avgerð at fara úr Real Madrid

Cristiano Ronaldo hevði tó aldrin væntað, at hann fór at spæla fyri Juventus.

2018-08-23 21:16 Author image
Ari av Rana
placeholder

Cristiano Ronaldo hevði sjálvur aldrin væntað, at hann fór at spæla fyri Juventus. Hann sigur, at onkrar hægri maktir hava verið uppá spæla.

- Ymiskt er í lívinum, sum verður avgjørt av lagnuni, og tað er hent í hesum førinum. Eg hevði aldrin væntað, at eg fór at spæla fyri Juventus, men okkurt hendir av sær sjálvum. Tað var ein løtt avgerð at skifta úr Real Madrid, tí at mítt arbeiðið har var liðugt, sigur Cristiano Ronaldo við Dazn.

Cristiano Ronaldo skoraði eitt framúr saksispark í Champions League dysti á útivølli móti Juventus seinasta kappingarár. Eftir málið klappaðu Juventus viðhaldsfólkið fyri Ronaldo. Og hetta hevur havt sína ávirkan í at leikarin skifti til Juventus.

- Tað eru smáu lutirnir, sum gera stóran mun, og eg má erliga siga, at atburðurin hjá viðhaldsfólkunum gjørdi mun. Hatta var mítt besta mál nakrantíð og tá fólk fóru at klappa hugsaði eg “wow”. Tað tók meg á bóli, at tey klappaðu, tí at tað er aldrin hent fyrr á handan hátt, so tað var ein serstøk løta fyri meg, sigur Ronaldo.

Juventus rindaðu 835 milliónir krónur fyri Cristiano Ronaldo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder