- Tað er fyrst bara fokus á Portugal. Tað er ein so stór uppgáva, at vit kunnu ikki "leypa tað um" og hugsa nakað serligt um Hvítarussland. Tað er greitt besta liðið í bólkinum og eitt av teimum bestu U21-liðnum í Evropa, so tað veðrur ógvuliga krevjandi fríggjadagin. Har eru spælarar, sum spæla fyri stór feløg og nakrir sum eru seldir fyri hundraðtals milliónir. Noyðast at gera alt sum vit kunnu hesar dagarnar fyri at vera til reiðar.
Hetta staðfestir Eyðun Klakstein. Portalurin tosaði við U21-landsliðsvenjaran í sambandi viðvenjingina í gjár. Portugal verður ein risa stórur biti í Klaksvík fríggjadagin - fyrri dysturin millum liðini endaði 4-0 til Portugal, tó at Føroyar vóru væl við leingi.
Hvítarussland á Tórsvølli verður tó ein heilt onnur uppgáva. Føroyar vunnu útidystin, og tað er her, at man skal skava fleiri stig saman, staðfestir Eyðun Klakstein.
- Tíbetur hava vit nakrar dagar til at fyrireika okkum til Hvítarussland. Tað at vit hava fingið sjey stig í undankappingini ger, at tað er nøkulunda góðkent líkamikið hvat. Men um vit veruliga skulu siga, at hetta er gott og vera nøgdir, so skulu vit hava ella trý stig týsdagin. Vit ætlaðu at taka, men tað verður toført at koma uppum 11 stig. Vit fara sjálvandi eftir tí - og vilja veruliga hava stig móti Hvítarusslandi.
Álopskendir spælarar sum Áki Samuelsen, júst komin aftur frá skaða, og Poul Kallsberg, skaddur, vanta. Venjarin viðgongur, at nakrir spælarar eru saknaðir - tó er hópurin væl fyri.
- Sjálvandi sakna vit onkrar spælarar. Menn sum Áki og Poul eru jú ógvuliga dugnaligir. Samuel Chukwudi og Áki Johannesen eru jú heldur ikki tøkir, og hesir høvdu ivaleyst havt stóran leiklut her. Men tá tað er sagt: Haldi hesin hópurin er góðir og líkist millum annað honum í Kroatia í september, har vit spældu ein góðan dyst. Hjá allarflestu spælarunum eru hetta seinastu U21-dystirnir, so tað er endabresturin hjá okkum sum hópi. Nakrir fáir hava aldur til næstu undankappingini, og tað merkist, at menn eru motiveraðir og vilja gjarna enda væl.
U21 EM-undankapping
Næstseinasta umfar - við Djúpumýru, fríggjadagin 11.10
16.00: Føroyar - Portugal
Seinasta umfar - á Tórsvølli, týsdagin 15.10
Føroyar - Hvítarussland
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald