Hondbóltur

- Eitt heilt annað lið í seinna hálvleiki

Ein dystur til áskoðararnir, sigur Hilmar Leon Jakobsen um dystin milum H71 og Neistan í dag.

Elias á Skipagøtu var avgerandi, heldur Hilmar Leon Jakobsen (Mynd: Jens Kr. Vang)

Elias á Skipagøtu var avgerandi, heldur Hilmar Leon Jakobsen (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-02-09 20:59 Author image
Sverri Egholm
placeholder

H71 var í fyrra hálvleiki aftanfyri við fimm málum, og eina løtu var nógv sum bendi á, at Neistin fór at vinna sær plássið í steypafinaluni. Men soleiðis bleiv tað ikki.

- Vit eru eitt heilt lið tá vit koma út til seinna hálvleik, og vit eta okkum inn á teir beinanvegin men so fylgjast vit allan vegin til endan, har tað blívur 21-21. Ein dystur til áskoðararnir, segði Hilmar Leon Jakobsen hjá H71 í samrøðu við jn.fo eftir dystin.

- Elias á Skipagøtu kemur inn, og ger tað óluksáliga gott. Deiligt at fáa hann í gongd aftur, men ikki ein væl spældur dystur.

[object Object]Hilmar Leon Jakobsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Støðan í hálvleikinum var 14-9 til Neistan, og dysturin endaði 21-21. Við javnleikinum er greitt, at hoyvíkingar spæla steypafinalu móti Kyndli. Og hendan dystin sær Hilmar Leon Jakobsen fram til.

- Vit síggja ljóst uppá at møta Kyndli í finaluni. Vit hava spælt móti Kyndli, og tað plaga at vera tættir dystir. Men hetta er ein finala, og tað kann fara báðar vegir, men vit fara í hvussu so er at gera okkara fyri at tað koppar okkara veg, sigur Hilmar Leon Jakobsen.

Hoyr alla samrøðuna her

Si eisini: H71 og Kyndil í finaluni eftir sera spennandi hálvfinalur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder