KÍ megnaði í 1. umfari, sum tað fyrsta føroyska liðið at at sláa eitt litaviskt lið út. 1-1 gjørdist samanlagda úrslitið ímóti Riterai, har útivallarmálið hjá liðformanninum Jákupi B. Andreasen í Vilnius gjørdist avgerandi. Hetta var eisini fyrstu ferð í søgu felagsins, at KÍ spældi seg í 2. umfar í evropeiskari kapping. Kristian Joensen sigur, at hesar uppgávurnar og góðu úrslitini hava nógv at siga fyri felagið:
- Europa dystirnir eru høgt í metum hjá okkum í KÍ. Vit gera nógv fyri at vera so væl fyrireikaðir sum møguligt til uppgávurnar. Tey seinastu árini hava vit møtt góðari mótstøðu, men sum oftast hava vit verið væl við í dystunum. Soleiðis hevur eisini verið í ár.
Les eisini: Mikkjal Thomassen: - Evropeisku royndirnar merkja ómetaliga nógv fyri leikararnar og felagið
26-ára gamli málverjin av Glyvrum er í gongd við sítt fjórða kappingarár í felagnum, og Kristian skal í annaðkvøld spæla sín níggjunda Europa League-dyst fyri felagið og sín 11. samanlagt. Hann sigur soleiðis um fyrireikingarnar hjá liðnum í nógva hitanum í Luzern:
- Vit eru væl fyri. Vit komu til Sveits mánakvøldið, og so vit hava havt nakrar dagar her at fyrireika okkum í. Vit hava havt nakrar venjingar og brúkt fitt av tíð uppá video og annað, fyri at læra liðið, ið vit skulu spæla ímóti, at kenna.
Sambært Kristiani Joensen er fokus á, at KÍ, ið er væl og virðiliga undirtippað, skal halda lív í uppgerðini:
- Eitt gott úrslit fyri okkum er, um vit kunnu halda spenningin til seinna dystin á Svangaskarði. Tað kemur at krevja hart arbeiði, fokus og ein góðan liðinnsats.
KÍ og Luzern spæla í annaðkvøld klokkan 19.15 føroyska tíð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald