- Føroyar hava nøkur av størstu talentunum í heiminum

- Vit fingu millum tey truplastu mótstøðuliðini úr hvørjum styrkislagi, sigur norski landsliðsvenjarin við TV2. Jonas Wille væntar góðar dystir móti Føroyum í januar.

Elias á Skipagøtu í gjørnumbroti móti Noregi undir EM fyri U20 lið í Portugal í fjørsummar (Savnsmynd: Harald Bjørgvin)

Elias á Skipagøtu í gjørnumbroti móti Noregi undir EM fyri U20 lið í Portugal í fjørsummar (Savnsmynd: Harald Bjørgvin)

2023-05-10 18:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri løtu síðani gjørdist greitt, at Noregi, Slovenia, Pólland og Føroyar skulu dystast móti hvørjum øðrum í bólki D í EM-endaspælinum. Hesin bólkurin verður avgreiddur í Berlin.

Les eisini: Føroyar skulu til Berlin í januar 

Noregi var í hægsta styrkisbólkinum og hevði harvið góðar fyritreytir fyri at fáa gott lutakast. Tað gekk tó ikki heilt, sum Jonas Wille hevði ynskt. Hann viðurkennir, at lið hansara skal vera 100 prosent á beinanvegin

- Vit fingu millum tey sterkastu liðini úr hvørjum styrkisbólki. Men hetta er EM, so tað skal vera hart. Vit skulu ordliga inn í tað beinanvegin - um vit fara víðari møta vit kortini Danmark og Svøríki, sigur norski landsliðsvenjarin við norska TV2.

Tað er Slovenia, ið gevur Wille mest høvuðbrýggj - helst tað liðið hann minst ynskti sær yvirhøvur - men Føroyar fáa eisini rós úr landinum, sum vit hava so sterk søgulig bond til:

- Føroyar hava tveir av teimum mest evnaríku ungu spælarunum í heiminum. Tað verða góðar uppgerðir móti føroyska liðnum

Føroyar skulu royna seg móti Sagosen og hinum í Berlin 13. januar. So er spurningurin um Wille fær fyrireika liðið rætt til at spæla ímóti Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, Hákun West av Teigum, Óla Mittún og hinum.

Bólkur D (Berlin)
Noreg
Slovenia
Pólland
Føroyar

Dystarskráin: 
11. januar: Føroyar - Slovenia
13. januar: Føroyar - Noreg
15. januar: Føroyar - Pólland

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder