Fótbóltur

- Fótbólturin í Føroyum lyftir seg í støði fyri hvørt ár

Hetta sigur 33-ára gamli Uros Stojanov, sum nú fer í gongd við sítt fjórða kappingarár her. Nú er tað 07 Vestur, ið serbin skal royna at skjóta yvir tíggju mál fyri, og málið hjá liðnum skal fyrst og fremst vera at fáa fleiri stig enn í fjør. Fyrsta uppgáva hjá 07 er ÍF, ið Uros hevur eitt serstakt samband við.

- Mær dámar inntensitetin í spælinum her, sigur málfarligi maðurin, sum á ein hátt skal avloysa Mads Borchers. Uros Stojanov heldur, at 07 Vestur í ár fer at vísa, at liðið kann spæla á ymsan hátt og leggja trýst á mótsstøðuliðini (Mynd: 07 Vestur)

- Mær dámar inntensitetin í spælinum her, sigur málfarligi maðurin, sum á ein hátt skal avloysa Mads Borchers. Uros Stojanov heldur, at 07 Vestur í ár fer at vísa, at liðið kann spæla á ymsan hátt og leggja trýst á mótsstøðuliðini (Mynd: 07 Vestur)

2023-03-03 17:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í morgin fer Betrideildini 2023 av bakkastokki, tá 07 Vestur tekur ímóti ÍF á Dungasandi.

Í 07 Vestur-hópinum eru nakrar broytingar, og í álopinum er talan um eina eyðsýnda og áhugaverda broyting. Royndi Uros Stojanov er komin til Vágarnar sum eitt slag av avloysara fyri Mads Borchers, ið HB hevur fingið fatur á. Júst ÍF seldi serban til B36 á summri 2021 eftir 24 mál fyri felagið uppá eitt og eitt hálvt kappingarár.

Portalurin hevur spurt Uros Stojanov, hví hann í 2023 spælir fyri júst 07 Vestur.

Uros greiðir frá, at stutt eftir at høvuðsvenjarin Michael Schjønberg setti seg í samband við hann í vetur, var ein avtala komin í lag millum serban og 07 Vestur, og at hann fegnast um at vera partur av hesum felagnum. Royndi áleyparin sær stórar møguleikar í liðnum, ið hann heldur kann spæla uppá ymiskar mátar. tó slær hann fast, at tað í fyrstu syftu er umráðandi at halda fast í høvuðsmálinum og fara eftir tí.

- Fyrst av øllum skulu vit royna at fáa fleiri stig, enn liðið hevði síðsta ár (29, red.). Eftir hetta kunnu vit seta okkum hægri mál, men fyri fyrst er tað hetta. Eg haldi, at 07 Vestur megnar at spæla fótbólt við at halda bóltinum niðri á jørðini við styttri avleringum, men eisini meira beinleiðis við longum sendingum. Tað verður helst talan um eina blanding av hesum báðum, og so fara tit eisini at síggja okkum leggja nógv trýst á okkara mótstøðulið.

Í mun til sítt persónliga mál, so nevnir Uros Stojanov at hann vil koma uppum tíggju mál. Hetta hevur hann higartil megnað øll árini í føroyskum fótbólti. Í 2020: 17 mál (ÍF), í 2021: 10 mál, harav eitt í steypakappingini (ÍF/B36) Í 2022: 11 mál (B36/Skála).

[object Object]
Uros, við nakað styttri hári enn vit hava sæð hann seinastu tvey árini, eftir avgerandi mál í Sarpugerði fyri ÍF í 2020. Eitt av 38 málum í 76 dystum í føroyskum fótbólti hjá serbanum (Mynd: Jens Kr. Vang - Tøl: Faroesoccer)

[object Object]
Uros í nýggja búna sínum. Serbin sigur við Portalin, at tað gekk skjótt at fáa avtalu í lag millum partarnar (Mynd: 07 Vestur)

Hann hevur roynt at spælt við trimum ymiskum feløgum seinastu árini, og hevur merkt føroyskan fótbólt á sín kropp síðani í 2020. Uros Stojanov er eisini greiður, tá vit spyrja hann, hvussu hann upplivir, at føroyskur fótbóltur mennist: Fet verða allatíð tikin frameftir, eitt evropeiskt bólkaspæl við føroyskari luttøku er ávegis, og talan er um eina deild við skjótum og fysiskum fótbólti.

- Eg haldi at fótbólturin her lyftir seg støði fyri hvørt ár - fet fyri fet frameftir. Eftir mínum tykki er tað bert ein spurningur um tíð, áðrenn eitt føroyskt lið røkkur einum evropeiskum bólkaspæli, tað er vist, at føroyskur hevur tað uppiborið. Fyri meg sum útlending var tað ikki lætt at laga meg eftir fótbóltinum her. Tað er skjótur fótbóltur við nógvum nærdystum; sanniliga skandinaviskur/norðurlendskur fótbóltur. Men mær dámar tað: Mær dámar inntensitetin og ovurhugan, sum allir spælararnir í Føroyum hava.

Tað var ÍF, sum upprunaliga gav Uros møguleikan at royna seg í Føroyum. Hetta eydnaðist væl fyri báðar partar í 2020, og nú 33-ára gamli serbin fyri fyrstu ferð skal spæla almennan dyst fyri 07 Vestur, so skal hann eisini spæla ímóti sínum gamla felagi úr Fuglafirði fyri fyrstu ferð.

- Sjálvandi vera tað summar kenslur áðrenn dystin, men eftir fyrsta bríksl so er bert fokus á dystin, og so verður einki hugsað um tað. ÍF fer tó altíð at vera eitt serligt felag fyri meg. Eg hevði eitt sera gott kappingarár har í 2020 við Hans Jørgeni Djurhuus og Ólavi Larsen sum venjarum, har eg eisini gjørdist toppskjútti og kom á ársins lið. Hetta fari eg ongantíð at gloyma, men nú spæli eg fyri 07 Vestur, og leygardagin fari eg at geva alt fyri at vera við til at tryggja 07 Vestur sigurin.

Uppgerðin millum Uros og sítt gamla felag - dysturin millum 07 Vestur og ÍF í 1. umfari - byrjar klokkan 17 í morgin, leygardagin 5. mars. Portalurin verður til staðar við myndatólinum. Vit fara eisini at hava beinleiðis dagføring, dystarfrásøgn og samrøður eftir dystin.

--------------------------------------
Uros um at avloysa Mads Borchers sum fyrsti áleypari hjá 07 Vestur:

- Mads var sjálvandi ein umráðandi spælari fyri 07 Vestur í fjør. Hann hevði eitt gott kappingarár, og eg haldi, at eg eisini kann hjálpa 07 við málum og góðum avrikum. Eg havi sjálvsálit, og ivisti heldur ikki í at liðið fer at avrika og hava eitt gott ár.

Grein við ÍF-venjaran, Aleksandar Jovevic, kemur út á Portalin um eina løtu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder