Føroysku U19-genturnar leiktu mánadagin seinasta dystin í EM-undankappingini. Dysturin var ímóti litavisku vertunum. Tað endaði við, at Litava var omaná og vann 1-0.
Les meira
Høvuðsvenjari hjá U19-gentunum er John Petersen. Hann sigur við heimasíðuna hjá FSF, at hann er vónbrotin um 1. hálvleik ímóti Litava, og at Føroyar endaðu á null stigum:
- Eg eri eitt sindur skuffaður av fyrra hálvleiki. Vit leggja ikki nóg nógv fyri, sjálvt um vit spæla okkum til onkrar stórar møguleikar. Og so gera vit eitt mistak, sum kostar mál. Samlaða úrtøkan verður so einki stig, og tað er sjálvandi ikki nøktandi
Men fyrrverandi landsliðsvenjarin hevur tó eisini rós til liðið, ið stríddist sera væl ímóti sterkari mótstøðu fyrr í kappingini( Ukreina og Írlandi), og sum hevði fleiri málroyndir enn Litava mánadagin:
- Genturnar hava verið ótrúliga raskar, og eg hevði unt teimum ein sigur, ella í øllum føri javnleik móti Litava. Serliga í seinna hálvleiki vóru vit greitt omaná, og leggja litaviska liðið undir stórt trýst. Men vit fáa ikki mál, hóast stórar málmøguleikar, og so standa vit eftir við ongum, sigur John Petersen.
Kelda: fsf.fo
Fótbóltur
- Genturnar hava verið ótrúliga raskar
Landsliðsvenjarin irðar seg um, at U19 genturnar ikki fingu stig seinasta dystinum í EM-undankappingini í Litava..
2018-10-10 17:02
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald