Fótbóltur

- Geva alt vit kunnu

Ari í Haraldsstovu Petersen var fegin um verjuavrikið hjá Føroyum móti Portugal, men málverjin á U21-landsliðnum var ógvuliga vónbrotin um, at Portugal avgjørdi eftir hornaspark í 87. minutti.

Ari Petersen hevði ongan møguleika, tá skotið varð á mál í 89. minutti. Hetta var málið til 3-1. - Deiligt at spæla aftur í dag...um vit fáa trý stig týsdagin, so eru vit í øllum førum rímilga væl nøgdir við hesa undankappingina.(Mynd: Andrei Antal)

Ari Petersen hevði ongan møguleika, tá skotið varð á mál í 89. minutti. Hetta var málið til 3-1. - Deiligt at spæla aftur í dag...um vit fáa trý stig týsdagin, so eru vit í øllum førum rímilga væl nøgdir við hesa undankappingina.(Mynd: Andrei Antal)

2024-10-11 19:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Vit geva alt, vit kunnu. Eru greiðir yvir at vit fara inn til ein truplan dyst, men tá hann gongur, sum hann gongur.... vit skora fyrst og liggja til fáa stig fram til 87. minutt. Tá er man ógvuliga vónbrotin aftaná

Ari í Haraldsstovu Petersen suffaði eitt sindur í spælaragongdini stutt eftir kvøldsins U21-landsdyst móti Portugal á Djúpumýru. Føroyar vóru so nær við at skapa ein skelk móti einum av sterkastu evropeisku ungdómslandsliðnum. Tað eydnaðist leingi hjá málverjanum og honum at standa ímóti. Men eitt horna seint í dystinum gav 1-2 málið:

-  Vit megnaðu væl at standa ímóti innleggum, og fingu høvdið á ta mesta. Men tað var eitt rímilga bleytt hornaspark, sum fór uppum ein "sonuspælara" hjá okkum. Og so var ein hjá teimum bara púra fríur. 

Men hvat var tað annars, sum eydnaðist so væl í verjustøðu móti so sterkum liði, sum ger, at Føroyar liggja til at fáa stig í 86 minuttir:

- Tað eydnast væl at standa tættir og kompaktir. Portugsiar sleppa ikki ordliga at spæla ímillum okkum, men meira eitt sindur úti í síðuna og so koma teir til nøkur innlegg. Men sum sagt: Tá eru vit fyri í allarflestu førinum - fáa høvdið á og so framvegis.

U21 EM-undankapping
Næstseinasta umfar - við Djúpumýru, fríggjadagin 11.10
Føroyar - Portugal 1-3 (1-1)
3' Olaf Bárðarson 1-0
38' Fabio Silva 1-1
87' Gabriel Bras 1-2
89' Paulo Bernardo 1-3

Føroyar (5-4-1/3-4-3): Ari í Haraldsstovu Petersen - Ási Dam, Gullbrandur Øregaard, Børge Petersen, Elias Rusborg, Martin Agnarsson - Heini Fossdalsá Sørensen (43' Beinir Nolsøe), Aron Jarnsskor Ellingsgaard, Noah Mneney, Olaf Bárðarson - Jørgen Nielsen

[object Object]Teir fyrstu ellivu - Ari í gulum uttast og ovast til vinstru (Mynd: Andrei Antal)

Hesir komu inn seinasta korterið:
Ejvind Restorff Mouritsen, Leivur Fossdal Guttesen, Emil Weihe Joensen og Bergur Poulsen.

Síðani 21-ára gamli málverjin úr Sørvági skifit til KÍ síðsta vetur, hevur Ari Petersen bert spælt fimm dystir í Betrideildini. Nú stóðu spælarar fyri hundraðtals milliónir og úr stórum evropeiskum deildum hinumegin á Djúpumýra - har hann vanliga venur og millum annað spælir við 1. deild - og royndu at skora móti Ari og hinum føroyingunum.

- Sjálvt um eg ikki havi spælt so nógv í Betrideildini í ár, so er kenslan góð og trygg at spæla í dag. Man kennir allar viðspælararnir væl, og tað hjálpir væl. So tað er deiligt at spæla aftur.

Seinasta uppgávan hjá Ari og teimum á U21-landsliðnum er týsdagin á Tórsvølli, har Hvítarussland vitjar. Føroyar vunnu móti teimum í fjør - í ár hevur liðið ikki fingið stig: 

- Um vit fáa trý stig týsdagin, so eru vit í øllum førum rímilga væl nøgdir við hesa undankappingina, staðfestir Ari at enda fyri Portalinum.

U21 EM-undankapping - seinasta umfar
Á Tórsvølli, týsdagin 15.10
17.00: Føroyar - Hvítarussland

[object Object]

Støðan í bólkinum: Føroyar spæla um 4. plássið (Mynd: FaroeSoccer)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder