Hondbóltur

- Golden League er gott høvi at vísa seg fram á stórum palli

Bæði hjá einstøku spælarunum og hjá okkum sum hondbóltstjóð. Hetta staðfestir Peter Bredsdorff-Larsen - Føroyar spæla móti Niðurlondum í kvøld klokkan 19.30.

- Vit skulu fáa nógvar spælarar í spæl hesar dagarnar. Hetta er eisini ein góður møguleiki hjá teimum yngru og hjá teimum, sum ikki hava spælt nógv stórar landsdystir at vísa seg fram. Landsliðsvenjarin fegnast um góðar dystir stutt undan EM og støðuni í hópinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

- Vit skulu fáa nógvar spælarar í spæl hesar dagarnar. Hetta er eisini ein góður møguleiki hjá teimum yngru og hjá teimum, sum ikki hava spælt nógv stórar landsdystir at vísa seg fram. Landsliðsvenjarin fegnast um góðar dystir stutt undan EM og støðuni í hópinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-10-30 06:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Vit sígggja fram til fimm ógvuliga spennandi dystir áðrenn EM-endaspælið. Har fara vit at arbeiða víðari við okkara konseptið og okkara ætlan.

Portalurin tosaði við Peter Bredsdorff-Larsen, stutt eftir at hópurin til Golden League var úttikin. Tað er til Golden League í Trondheim næstu dagarnar, at Føroyar spæla teir fyrstu tríggjar av hesum nevndu fimm dystunum: Móti Niðurlondum (í dag), Noregi (leygardagin) og Danmark (sunnudagin)

Í januar verða tveir venjingardystir móti Italia við Tjarnir. Dystirnir vera fríggjdagin 9. og sunnudagin 11. januar.

Nú snýr tað seg um stórar uppgávur í Noreg. Hóast stig ikki eru upp á spæl, so er talan um týðandi dystir fyri føroyska manslandsliðið - ein og ein hálvan mánað áðrenn EM-endaspælið byrjar. Fyri landsliðsvenjarin gevur hetta nógvar møguleikar:

- Vit skulu fáa nógvar spælarar í spæl hesar dagarnar. Hetta er eisini ein góður møguleiki hjá teimum yngru og hjá teimum, sum ikki hava spælt nógv stórar landsdystir at vísa seg fram. Og so er tað eisini týðandi fyri okkum sum lið og hondbóltstjóð at víssa okkum væl fram á einum stórum palli, sigur Peter Bredsdorff-Larsen.

Hann og Hjalti Mohr Jacobsen hava tikið 19 spælarar við til Golden League. Harímillum eru tveir ungir bakspælarar úr føroysku kappingini, sum ongantíð hava verið á A-landsliðnum fyrr: Pauli Rasmussen og Høgni Heinason. Umframt hetta er vinstri vongurin Pauli Høj spildurnýggjur í hesum høpinum. Fyrrverandi Neistamaðurin hevur fingð flúgvandi byrjan í norskum hondbólti (Bergsøy) og kann fáa spenanndi leiklutir í serliga verjuni 

Sí eisini: - Fegnir um at tað er so stór kapping um plássini

Les eisini: Pauli Rasmussen er besti spælarin í Føroyum í løtuni

[object Object]
Høgni Heinason varð ársns spælari í fremstu mansdeildini síðsta kappingarár og hevði eitt flott U21 HM saman við mongum øðrum í Póllandi í summar (Mynd: Sverri Egholm)

Fyriuttan langtíðarskaddu veteranarnar Nicholas Satchwell og Peter Krogh høvdu landsliðsvenjararnir so at siga frítt val til úttøkuna, og eru nógvir í sínum lívs formi ella nær tí. Síðani er Tróndur Mikkelsen tó vorðin skaddur í knænum. Tróndur er annars byrjaður væl í Karlskrona.

Í hansara stað er komin Helgi Hildarson Hoydal úr H71. Strikuspælarin er hugsaður til líknandi leiklutir, sum Tróndur skuldi loysa í verjuni, og helst sum eyka møguleiki til 7 móti 6 spælið. Helgi kemur eisini inn í hópin við nógvum vilja og svongd eftir yvir eitt-árs fráveru á landsliðnum.

Les eisini: Helgi Hoydal avloysir Trónd Mikkelsen í hópinum - allir hópurin sæst niðast

Føroyar spæla fyrsta dystin í Noregi í kvøld klokkan 19.30 føroyska tíð. Dysturin sæst á KVF og TV2 Sport/TV2 Play.

Skráin fyri Golden League í Tróndheimi

Í dag, hósdagin 30. oktober:
kl. 17.15 Noreg – Danmark
kl. 19.30 Niðurlond – Føroyar

Leygardagin 1. november:
kl. 13.00 Danmark – Niðurlond
kl. 15.45 Noreg – Føroyar

Sunnudagin 2. november:
kl. 13.00 Danmark – Føroyar
kl. 15.45 Noreg – Niðurlond

Kringvarp Føroya vísir dystirnar - fylg eisni gongdini ovast á Portalinum 

----

Teir 19 leikararnir, sum eru í Noregi nú

Málverjar:
Pauli Jacobsen, HØJ Elite (DAN)
Aleksandar Lacok, TSV St. Otmar Handball St. Gallen (SUI)

Bakkar:
Rói Ellefsen á Skipagøtu, IF Hallby HK (SVØ)
Óli Mittún, GOG (DAN)
Elias Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel (TÝS)
Pauli Mittún, Team Sydhavsøerne (DAN)
Vilhelm Poulsen, TSV Hannover-Burgdorf (TÝS)
Kjartan Johansen, Elitesport Vendsyssel (DAN)
Pauli Rasmussen, StÍF
Høgni Heinason, H71

Vengur:
Rói Berg Hansen, Køge Håndbold (DAN)
Leivur Mortensen, HC København (DAN)
Pauli Høj, Bergsøy (NOR)
Hákun West av Teigum, Füchse Berlin, (TÝS)
Allan Norðberg, Valur (ÍSL)

Strikur:
Teis Horn Rasmussen, Ribe-Esbjerg HH (DAN)
Pætur Mikkjalsson, Team Sydhavsøerne (DAN)
Ísak Vedelsbøl, IK Sävehof (SVØ)
Helgi Hildarson Hoydal, H71 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder