Hann hevur havt eitt sterkt kappingarár sum lyklaleikari hjá H71. Í summar ger hann sum eldri beiggin og systkinabørnini - Mittún-systkini - og skiftir til eina deild á væl hægri støði.
19-ára gamli Rói Ellefsen á Skipagøtu skal frá næsta kappingarárið spæla fyri Hallby í bestu svensku deildini. Nú hugsavnar spælskiparin um at menna seg fyri hvørja venjing - tað at nú vera partur av A-landsliðnum hjálpir heilt væl við hesum, merkir hann væl.
Sí eisini:
Elias: - Kroppurin er perfektur - og eg eri klárur
Jónas: - Ræður um at seta øll segl inn fyri at fáa ein sigur aftur
Rói ella Hallur Árason, sum eisini er nýggjur á A-landsliðnum, vera á dómaraseðlanum til EM-undankappingardystin móti Rumenia í Høllini á Hálsi í annaðkvøld. Hetta saman við 15 øðrum føroyingum sum skulu stríðast fyri virðismiklum stigum í EM-jagstranini.
Ein spentur Rói á Skipagøtu sigur við Portalin, at hann metir, at menningin á føroyska liðnum kann vera nóg mikið at basa rumenum.
Føroyska liðið hevur sína seinastu venjing undan dystinum í Høllini á Hálsi um eina løtu. Vit vera til staðar við myndatólinum har og hava ymiskt tilfar upp til og til sjálvan dystin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald