- Tað var forferdeligt, síðst eg kom til Føroyar og ikki slappa at spæla. Hetta verður stuttligari.
Tað sigur Elias Ellefsen á Skipagøtu í samrøðu eftir tíðindafundin í Bank Nordik seinnapartin. Føroyar tatpu sínar fyrstu dystir í undankappingini í oktober. Tá var Elias Ellefsen á Skipagøtu skaddur í knænum og spældi ikki.
Nú er hann til reiðar, og verður tað - beint sum tað er sagt - í sterkari útgávu, enn seinast gávaði hoyvíkingurin spældi fyri landsliðið:
- Eg havi tikið 6-7 kilo uppá og eri blivin sterkari, meðan eg havi vant knæðið upp.
Elias á Skipagøtu vísti sína styrki, tá hann hóskvøldið - í fyrsta dysti sínum fyri Sävehof í kappingarárinum - gjørdist javnsettur toppskjútti hjá liðnum. 20-ára gamli føroyingurin skoraði sjey mál og legði upp til níggju.
Mynd: Sverri Egholm
Hann sigur við Portalin, at avgjørt var at brúka eitt sindur longri tíð enn neyðugt uttan at spæla. Talan var um tvær vikur, har Elias vandi í fulldrøn, so at hann kundi braka ígjøgnum aftur nú.
Hetta eru góð tíðindi fyri føroyska landsliðið, sum mikukvøldið og frameftir hevur brúk fyri dygdunum hjá manninum, sum frá í summar skal spæla fyri THW Kiel í Bundesliguni.
Móti Rumenia í lykladystinum í EM-undankappingini snýr tað seg um at spæla skjótt og klókt fyri at fáa gagnýtt álopskendu og heldur tungu verjuna hjá Rumenia, staðfestir Elias Ellefsen á Skipagøtu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald