Á tíðindafundi í Bank Nordik í dag kunngjørdi stjórin í Hondbóltssambandi Føroya, Hans Jón Thomsen, at nýggjur sáttmáli er gjørdur við A-landsliðsvenjarin hjá monnum.
Royndi danski venjarin, Peder Bredsdorff-Larsen, varð settur á várið 2021 og hevur staðið á odda fyri fimm HM-undankappingardystum, har Føroyar komu víðari úr fyrsta umfari, og tveimum EM-undankappingardystum. Føroyska liðið hevur tapt teir báðar, men tá hevur liðið mangla millum annað Elias Ellefsen á Skipagøtu, og møguleiki er framvegis at spæla seg til EM-endaspælið, sum verður í Týsklandi í januar.
Sí eisini:
- Kunnu koma til EM-endaspælið við at vinna hesar heimadystirnar
Elias: - Kroppurin er perfektur - og eg eri klárur
Sáttmálin hjá Peder Bredsdorff-Larsen var galdandi til endan av hesari undankappingini, men nú er hann longdur til og við januar 2026. EM er á skránni hendan mánaðin, og eitt mál hjá venjaranum og Hondbóltssambandinum er at vera við til hetta endaspælið:
- Vit skulu jagstra dreymarnar, eingin ivi um tað. Allar undankappingar eru ymiskar, og tað snýr seg millum annað um lutakastið, men tað er eingin ivi um, at tíðin peikar rætta vegin fyri føroyska hondbóltin.
Soleiðis svaraði venjarin, tá Portalurin spurdi um hesi málini. Hann sigur seg vera ógvuliga fegnan um, at hann tók av tilboðnum fyri tveimum árum síðani, og at spælaranir hava flutt seg rætta vegin síðstu árini.
- Ein lykil hevur verið, at spælarar skifta til størri lið og betri deildir og spæla yrkishondbólt. Fleiri hava nú tikið stór fet frameftir, orsakað av hesum, og tað er ein umráðandi partur av víðari menningini. Hetta millum annað fyri at skilja spælið og hava royndirnar við at leikferðin er høg.
Um tað at vera venjari hjá Føroyum, sigur 55-ára gamli danin, at tað er nakað serligt - sum hjá einum felagi.
- Vit í toyminum hava havt eitt gott samstarv við HSF og øll rundanum og eisini møtt nógvum góðum fólki kring landið. Tað er nakað heilt serstakt at vera venjari her og ein stórur íblástur fyri okkum: Tað minnur um at vera venjari hjá einum felagi, tí her eru lutfalsliga so fáir spælarar. Hvør spælari sum er kring landsliðið er heilt avgerandi og kann gera nógv fyri Føroyar.
Hjálparvenjarin Lars Møller (t.v) og málmansvenjari/fysioterapeutur Tom hensen (t.h.)
Helgi Hildarson Hoydal, Mark Lausen-Marcher, Peder Bredsdorff Larsen og Hans Jón Thomsen (Myndir: Sverri Egholm)
Mark og Helgi fegnast
Ítróttarstjórin í Hondbóltssambandinum, Mark Lausen-Marcher, sigur, at talan hevur um eina tilgongd í ein tíð. Nú er sáttmálin so longdur, og tað hevur nógv at siga fyri HSF.
- Vit vóru ongatíð av álvara í iva. Tað hevur verið meira professionalisering, eftir at Peder tók við. Vit hava sæð menningina og vilja halda fram við henni. Eisini hava hann og toymi hansara gjørt mun innan venjaraútbúgving, og tað fer Peder at halda fram við. Fyrstu fetini at flyta seg frameftir eru tey løttastu at taka - tá man nærkasti toppinum eitt sindur gerast allir smálutir meira avgerandi.
(Myndir: Sverri Egholm)
Helgi Hildarson Hoydal sigur, at fyri nøkrum árum síðani kendist tað sum um, at Hondbóltssambandið rann aftaná:
- Hetta hevur verið ein spennandi tíð. Tað tyktist sum vit spælarar á ein hátt yvirhálaði tað, sum HSF megnaði at bjóða, tí nógvir fóru at spæla á hægri støði og so framvegis. Peder hevur gjørt stóran mun, og hetta gevur fleiri møguleikar.
Strikuspælarin fór til næstbestu norsku deildina fyri nøkrum árum síðani. Síðsta summar skifti hann til Kristiansand í bestu deildini í Noregi. Hann sló fast, at landsliðið og at spæla fyri Føroyar er ein stórur motivatiónsfaktorur hjá honum, í mun til at gerast betri.
Næsta uppgáva hjá Helga, liðfeløgunum og venjaratoyminum er Rumenia á heimavølli mikukvøldið klokkan 19.
Les eisini: Góð 400 atgongumerki eftir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald