Hondbóltssamband Føroya bjóðaði inn til tíðindafund seinnapartin, har sjóneyka varð sett á landsdystirnar móti Rumenia í vikuni.
Stóru tíðindini, sum komu fram, vórðu kunngjørd fyri lítlari løtu síðani. Tað var stjórin í Hondbóltssambandinum, Hans Jón Thomsen, sum kundi avdúka, at sáttmálin við Peder Bredsdorff-Larsen.
Nýggi sáttmálin er galdandi til og við januar 2026. Tá er EM-endaspæl á skránni. Eitt endaspæl er málið í meningini, staðfestir landsliðsvenjarin, sum er væl nøgdur við menningina hjá føroysku spælarunum.
55-ára gamli danin tók við á vári 2021 og hevði upprunaliga ein tvey-ára sáttmála.
Dagført 15.38 - Meira frá tíðindafundinum seinni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald