Hondbóltur

Góð 400 atgongumerki eftir

Tað gongur væl at selja atgongumerki til EM-undankappingardystin móti Rumenia, sum verður á Hálsi mikukvøldið klokkan 19. Pláss er fyri beint omanfyri 1.500 áskoðarum.

Heimaáskoðararnir kunnu fáa týdning til tað, sum á pappírinum er ein tøtt og týdningarmikil uppgerð (Mynd: Sverri Egholm)

Heimaáskoðararnir kunnu fáa týdning til tað, sum á pappírinum er ein tøtt og týdningarmikil uppgerð (Mynd: Sverri Egholm)

2023-03-06 16:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyar og Rumenia spæla mikukvøldið týðandi dyst í stríðnum um at koma til EM hjá monnum í januar 2024. Eydnast Føroyum at vinna. so liggur liðið hjá Peder Bredsdorff-Larsen, ið júst hevur longt sáttmálan til 2026, væl fyri, í mun til eitt EM-pláss.

Les eisini:
Peter Bredsdorff Larsen og Hóndbóltssambandið hava longt samstarvið
Mark Lausen-Marcher: - Kunnu koma til EM-endaspælið við at vinna hesar heimadystirnar

Stuðulin frá áskoðaranum kann hava nógv at siga, og Hondbóltssambandið kunnar í dag um, at tað gongur væl við atgongumerkjasøluni. Seinastu tølini eru, at umleið 400 atgongumerki eru eftir. 

Harvið eru eitt sindur fleiri enn 1.000 atgongumerki farin. Tá øll setrini eru frammi í Høllini á Hálsi er pláss fyri millum 1.500 og 1.600 áskoðarum.

Føroyar og Rumenia spæla mikukvøldið 8. mars klokkan 19.00. Talan er um triðja av seks umførum í EM-undankappingarbólki 4.

[object Object]
Hans Jón Thomsen, stjóri í Hondbóltssambandinum, var vælnøgdur við atgongumerkjasøluna 

[object Object]
Myndir: Sverri Egholm

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder