Hondbóltur

Video: - Kunnu koma til EM-endaspælið við at vinna hesar heimadystirnar

Rumenia vitjar í Høllini á Hálsi mikudagin. Tá er Elias Ellefsen á Skipagøtu við aftur, og hann kann vera lykilin, sigur Mark Lausen-Marcher. Ítróttarstjórin í HSF greiðir frá, hvussu Føroyar kunnu koma til EM fyri menn, sum er á skránni í januar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-03-04 08:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mikukvøldið klokkan 19 taka Føroyar ímóti Rumenia í triðja umfari í undankappingarbólki 4. Bæði liðini stríðast fyri at koma til EM. Rumenia hevur vunnið ein dyst og harvið tvey stig. Føroyar hava einki higartil, men tað var nær við móti Eysturríki á heimavølli í oktober.

Júst heimadysturin móti Rumenia kann vera ein lykil, og afturvendi Elias Ellefsen á Skipagøtu kann verða lykilin, tá tað er læst, vísir Mark Lausen-Marcher ítróttarstjóri í Hondbóltssamband Føroya.

- Hann hevur X-factor, og sum heild hava vit nú vant okkum við, at tað er undirhald og flottar detaljur, tá A-landsliðið hjá monnum spælir.

Í sjónbandinum greiðir nærlagdi ítróttarstjórin frá, hvussu Føroyar kunnu koma til EM-endaspælið næsta ár, sum málið hjá Hondbóltssambandinum og liðnum er. Tað snýr seg um at í minsta lagi verða nummar trý í bólkinum, og til dømis kunnu tveir sigrar í teimum írestandi fýra dystum vera nóg mikið. Mark Lausen-Marcher torir tó ikki at siga, júst hvussu sannlíkt tað er.

Tveir dystir móti Rumenia eru á skránni í næstu viku - síðst í apríl eru vónandi avgerandi dystir á skránni á heimavølli móti Ukraina og í Eysturríki.

Bólkur 4 eftir tvey útav seks umførum
Eysturríki 4 stig
Rumenia 2 stig
Ukraina 2 stig
Føroyar 0 stig

Triðja umfar:
Mikudagin 08.03
19.00: Føroyar - Rumenia

Hósdagin 09.03
Ukraina - Eysturríki

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder