- Tað verður spennandi at síggja hann og Óla Mittún spæla saman.
Hetta sigur Jónas Gunnarson Djurhuus millum annað um, at Elias Ellefsen á Skipagøtu aftur er tøkur fyri A-landsliðið.
Sí eisini: Elias: - Kroppurin er perfektur - og eg eri klárur
26-ára gamli spælskiparin, sum til dagliga spælir í næstbestu donsku deildini, er vanur at seta spælið upp, Sambært honum hava Føroyar nógvar heilt góðar álopsspælarar.
Jónas vísir á, at fysikkurin hjá Rumenia - í álopi og verju - skal tálmast mikukvøldið, og at ágangandi verjuspælið hjá mótstøðuliðnum skal revsast á ymsan hátt, fyri at Føroyar skulu fáa ein sigur aftur.
Hoyvíkingurin setur eisini orð á tað, at Hondbóltssambandið hevur longt sáttmálan við Peder Bredstorff Larsen, landsliðsvenjarar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald