
Sunnudagin gjørdist fyrsti føroyingur nakrantíð týskur meistari. Hetta er millum annað stórt, tí at Bundesligan er tann sterkasta hondbóltsdeildin í heiminum - og Hákun West av Teigum er fyrsta val á høgra vongi hjá Füchse Berlin.
Portalurin prátaði í gjár við mammu føroyska landsliðsprofilin. Vit spurdu fyrst Hallberu Fríðu West, hvussu tað er at hava ein son, sum er týskur meistari.
-Fólk siga ofta, at eg má vera nakað stolt av Hákuni. Tað eri eg sjálvandi, men eg eri mest glað fyri, at Hákun er komin so langt við eyðsýndu hondbóltsevnunum. Eg eri eisini takksom fyri nógvu stórfingnu upplivingarnar, ið vit sum familja hava fingið orsakað av hondbóltinum. Leiðin til tílík stórfingin úrslit er tó ikki uttan stríð og truplar avgerðir, men tað er ein partur av tí.
Hallbera hevur, sum nevnt, verið til fleiri stórar hondbóltsupplivingar, sum Hákun West av Teigum hevur havt á hondbóltsvøllinum. Tað ber ikki til at vera til avgerandi Bundesliga dystin í Mannheim síðsta vikuskifti, men hetta vikuskiftið er hon í Köln, har Füchse Berlin skal spæla hálvfinalu - og vónandi finalu - í Champions League.
- Eg havi fleiri ferðir verið til stórdystir í Berlin. og mær dámar tað ordiliga væl: Tónleikur við góðum rytmum, gott huglag millum áskoðarar og framúr hondbóltsspæl. Final Four er tó størri enn ein einstakur dystur, so eg eri sera spent og gleði meg. Tað at Hákun skal spæla við. ger tað tó til nakað heilt serligt.
Hákun sum 15 ára gamal saman við Hallberu til ein dyst í Aalborg. Hetta kappingarárið hevur Hákun verið við at senda júst Aalborg út ur Champions League (Privatmynd)
Hákun West av Teigum - her til reiðar at fratil dyst fyri Füchse
Final Four er ársins størsta hondbóltsstevna innan liðhondbólt. Füchse skal spæla klokkan 14 í dag móti franska Nantes og stendur sum favorittur.
Les meira: Hákun skal spæla Champions League-hálvfinalu í morgin
Tað eru fá, um nakar, ið kenna ein persón betri enn mamman. Vit fingu Hallberu Fríðu West at seta orð á, hvat ger, at Hákun kann spæla og gera seg galdandi á so høgum stigi:
- Evnir, hugur og arbeiðslag er helst sjálvsagt í svarinum, men tað er eisini eitt úrslit av eini longri stigvísari tilgongd og góðari hjálp. Tað var tó ikki altíð greitt, hvør besta leiðin var og ofta hava vit tosað um ymisku møguleikarnar. Onkursvegna hevur Hákun dugað væl at funnið fram til júst hvat tað besta var fyri hann, sigur Hallbera at enda.
Sí eisini: Ítróttastjórin: - Hákun er dugnaligur, treiskur og ein fyrimynd
23-ára gamli hoyvíkingurin hevur stríðt seg í eina støðu, har hann byrjar fast inni hjá besta liðnum í Týsklandi, sum hetta vikuskiftið kann staðfesta seg sum tað besta í Evropa - og í heiminum - í løtuni. Um so er, so er tað nakð, ið familjan og aðrir føroyingar veruliga kunnu fegnast um.
Til ber at síggja hálvfinaluna hjá Füchse klokkan 14 á Viaplay og TV3 MAX. Annars kann mn fylgja við á eurohandball.com og ymiskum livescore-appum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald