Danmark og Norra møttust í týdningarmiklum bólkadysti í HM í hondbólti í gjár. Dysturin endaði við at Danmark vann 30-26 og harvið hevur fult stigatal.
Eftir dystin vóru norskir miðlar ikki í iva um hví norska landsliðið tapti dystin.
- Hann knústi okkum sundur, skrivar norska Dagbladet um avrikið hjá danska Mikkel Hansen.
Áðrenn dystin varð lagt upp til at hetta var ein dystur, har avgerast skuldi hvør var heimsins besti hondbóltsleikari, danski Mikkel Hansen ella norski Sander Sagosen. Leikararnir báðir spæla saman í PSG, og tí var lagt upp til ein spennandi tvídrátt.
Men spenningur var aldrin. Meðan Mikkel Hansen skoraði 14 mál í dystinum, skoraði Sander Sagosen sítt fyrsta mál eftir 45 minuttum. Áðrenn tað hevði hann millum annað brent eitt brotskast.
- Í løtuni er norska stórtalentið langt frá at verða heimsins besti hondbóltsleikari. Tann heiðurin eigur Mikkel Hansen, skrivar VG.no.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald