- Akureyri er eitt spennandi ítróttarfelag, sum er á veg fram og hevur nógvar spennandi framtíðarætlanir. Teir hava seinastu árini eisini selt fleiri spælarar til onnur lond
Soleiðis lýsir Pætur Petersen tað felagið, ið hann hevur vant við seinastu dagarnar, og sum hann í dag hevur gjørt ein tvey-ára sáttmála, ið kann leingjast við einum ári, við.
Les meira: Pætur Petersen skal hava heimavøll á Akureyri næstu trý árini
Hóast talan er um ein langan sáttmála, so hevur 24-ára gamli skálvíkingurin eisini skrivað undir við eyga fyri at flyta seg uppaftur longur: Tó vil framfýsni álopskendi spælarin fyrst hugsavna seg at liva 100 prosent fyri fótbóltinum og flyta seg víðari:
- Hesin sáttmálin gevur mær møguleika at liva fótbólt 100 prosent - sum yrkisspælari - og hava nógv fleiri venjingar, bæði individuelt og saman við liðnum. Eg vóni at blíva við, har eg slapp í Føroyum, og menna meg enn meir. Eg havi vónir um at sleppa víðari aftaná upphaldi í Akureyri. Eg vil eisini bíta meg fastan á landsliðið, sigur Pætur við Portalin
Pætur hevði eina ógvuliga góða seinnu hálvu við HB í fjør og kom á A-landsliðið (Mynd: Sverri Egholm)
Pætur Petersen spældi sínari fyrstu A-landsdystir í november. Hann hevur spælt beint yvir 150 dystir í Betrideildini, sum hann hevur verið við til at vunnið einaferð. Nýggi KA-spælarin hevur eisini tvey steypagull og 13 dystir og 3 mál í evropeiskum kappingum.
Í summar skal skálvíkingurin royna seg í Conference League, ið KA Akureyri spældi seg í við 2. plássinum í bestu íslendsku deildini í fjør.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald