Fótbóltur

– Hetta er balsam fyri sálina

Tað sigur Jóhannes Arge, ið er ein av fleiri, ið regluliga tekur lut í Heilsufótbóltinum hjá FC Hoyvík.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2022-07-19 16:09 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Mánakvøld, týskvøld, mikukvøld og hóskvøld skipar FC Hoyvík fyri Heilsufótbólti á Hoyvíksvøllinum. Mánakvøld og mikukvøld er ætlað monnum, og týskvøld og hóskvøld eru tað kvinnurnar, ið eiga vøllin.

Ein av mongu luttakarunum er Jóhannes Arge, og hann letur sera væl at átakinum:

– Hetta er balsam fyri sálina. Man kemur á vøllin, og so gloymir man alt annað ta løtuna, meðan man sparkar.

Eitt gott summarkvøld í juni hitti FSF Varpið Jóhannes Arge, og sum tað sæst á myndunum, fær Heilsufótbólturin í Hoyvík góða undirtøku. Men tað er pláss fyri fleiri, og øll, líka mikið hvørji fótbóltsevni ein hevur, eru vælkomin.

Umframt FC Hoyvík, eru seks onnur feløg, ið regluliga skipa fyri Heilsufótbólti. Talan er um AB, B71, EB/Streym, FC Suðuroy, ÍF og TB. Harafturat skipar Vestmanna kommuna eisini fyri Heilsufótbólti hvørt týskvøld og hóskvøld klokkan 19:00 í skúlagarðinum.

Nærri kunning sæst á heimasíðuni hjá FSF.

Fótbóltssambad Føroya – FSF Varpið


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder