- Hetta er ein av teimum størstu løtunum nakrantíð fyri føroyska ríðing, ið vit nú eru komin saman at heiðra. Farna vikan við norðurlandsmeistarakappingini í Álandi verður seint gloymd. Og eisini verður seint gloymt avrikið og bragdið hjá tykkum øllum.
Soleiðis segði Heðin Mortensen tíðliga í røðuni, ið borgarstjórin í Tórshavnar kommunu helt í Tølthøllini hjá Føroyskt Íslandsrossafelag í Havnardali í gjárkvøldið.
Har var stórfingin móttøka fyri norðurlandameistaranum Knút Lútzen og hesti hansara Kári frá Ásbrú og fyri hinum føroysku reiðfólkunum, ið fingu góð úrslit í Álandi í síðstu viku.
At eitt føroyskt ítróttarfólk stendur ovast á sigurspallinum eftir kapping við onnur úr Norðurlondum er ikki vanligt, og avrikið stendur als ikki veikari, tá tað veðrur tikið við, at umstøðurnar at fyrireika seg als ikki eru tær best hóskandi:
- Tað er ikki sørt, at eitt sindur av Landskrona-stemningi hongur við, nú hetta søguliga NM-heitið er fingið til høldar. Í 1990 fóru Føroyar upp í altjóða fótbólt uttan at hava ein grasvøll, men vunnu kortini á Eysturrík í fyrsta dystinum. Sjálvur hevur tú, Knút, samanborið tína støðu við Pál Joensen, ið vandi í 25 metra hyli, men kortini vann í 50 metra hyljum. Tit reiðfólk eiga ikki nakra breyt, ið kann samanberast við hana, tit nú hava kappast á í Álandi, og tað vísir, hvussu stórt avrikið er.
Heðin Mortensen rósti NM-meistaranum fyri sítt ídni og ynskti øllum reiðfólkunum hjartaliga tillukku við avrikunum og kom eisini inn á møguleikan fyri einari nýggari breyt
- Vónandi kunnu vit í Tórshavnar býráð rætta tykkum eina hjálpandi hond, so tit innan alt ov langa tíð hava eina nýggja breyt og nýggjar umstøður, sum Tórshavnar kommuna hevur stuðlað við. Okkara uppgáva er at skapa karmarnar, og við tí ídni, tit í Føroyskum Íslandsrossafelag vísa, skulu tit nokk megna at fylla karmarnar væl út.
Myndir: torshavn.fo
Til ber at lesa alla røðuna og at síggja fleiri myndir á torshavn.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald