Hann fekk eitt gult kort móti Ukraina á Tórsvølli í síðstu viku, ið hann metti var heldur hart.
Hetta merkir, at Stefan Radosaljevic ikki sleppur at spæla móti Serbia nú. Hann er uppvaksin á Tvøroyri, men hevur serbisk foreldur og tað er ein orsøk til, at HB-leikarin er eyka bittur yvir, at hann ikki sleppur at spæla í dag. Tá spælt varð í Serbia í november, hevði Stefan koronu.
Um miðvallarin hevði spælt í dag, hevði hann eisini einsamallur átt metið fyri dystir á U21-landsdystir. Eins og klaksvíkingarnir Jóannes Bjartalíð og Kristoffur Jakobsen, hevur hann spælt 18 ferðir fyri U21.
Stefan Radosavljevic hevur eisini málmetið á U21 við fimm málum, nú hansara tíð sum ungdómslandsliðsleikari er av.
Vit tosaðu við Stefan, eftir at hann var komin til Klaksvíkar saman við liðfeløgunum. Hann hevði heldur vildi verið í skiftingarrúminum, men fekk heldur sett orð á, hvussu serlig, stuttligt og mennandi tíðin á U21- og føroysku ungdómslandsliðunum hevur verið, og hvat málið er frameftir.
Eisini tippaði Stefan: 1-0 til Føroyar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald