Hóskvøldið spældi KÍ 1-1 í fyrra dystinum í 1.umfari í Europa League. Talan var um eitt gott úrslit, tí dysturin var á útivølli. Tað var Jákup Biskopstø Andreasen, ið javnaði fyri KÍ við sínum fyrsta evropeiska málið, og liðformaðurin er vælnøgdir við avrikið hjá liðnum í Litava:
- Haldi at dysturin útviklaði seg nøkulunda soleiðis, sum vit høvdu fyrireika okkum uppá. Vit spældu ein fínan dyst, har vit vóru væl við í dystinum allan vegin ígjøgnum.
(Jákup B. Andreasen; her í dysti í Vilinus í fjør - Mynd: Sverri Egholm)
Við útgangsstøðinum kunnu klaksvíkingar koma víðari við málleysum javnleiki í annaðkvøld. Men sambært 21-ára gamla miðvallaranum er ætlanin ikki at royna at halda ein slíkan:
- Vit fara altíð út fyri at vinna, og tað ætla vit okkum eisini í morgin. Vit kunnu ikki dúga uppá málleysan javnleik; vit mugu út at spæla 100% uppá at fáa eitt gott úrslit.
Hvussu skal KÍ so gera hetta ?
- Vit skulu spæla ein perfektan dyst, og vera fokuseraðir allan dystin. Vit skulu verja væl, og vera effektivur tá vit fáa kjansin.
Fyri Jákup og KÍ er møguleikin veruliga har at koma víðari til 2. umfar:
- Tað hevði verið stórt fyri at okkum at spælt okkum víðari týsdagin, og tað er nakað, sum vit ætla okkum.
KÍ spælir í annaðkvøld á Svangaskarði. Vit spurdu til endans Jákup Biskopstø Andreasen um týdningin av, at avgerandi dysturin í morgin er á heimavølli:
- Eg haldi, at heimavøllurin hevur nógv at siga. Vit sleppa at spæla í Føroyum og kenna harvið betur umstøðurnar. Vit fàa okkara trúføstu áskođarar sum stuðul, sum geva okkum eitt eyka "kick".
KÍ og Riterai spæla í annaðkvøld klokkan 18.00.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald