Fótbóltur

- Hildu eg var ov lítið í Føroyum

Familjan sum var eftir í Danmark og stríðið við FSF gjørdi, at Todi Jónsson gavst sum venjari hjá NSÍ í juni mánaði.

Todi Jónsson (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Todi Jónsson (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-07-21 15:05 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Vit høvdu fingið tað at rigga, men eg veit ikki um tað kom óvart á felagið, men leiðslan helt at eg var ov nógv í Danmark og ov lítið saman við hópinum. Tey ynsktu at eg var meira í Føroyum.

- Tá vit byrjaðu samstarvið gjørdi eg greitt, at eg ikki ynskti at vera so nógv burtur frá børnunum í Danmark. Og so valdi eg at gevast sum. venjari.

Tað sigur Todi Jónsson við danska fótbóltsmiðilin bolt.dk.

Í greinini greiðir Todi Jónsson frá, at orsakað av manglandi A-venjaraprógv slapp hann í trimum teimum síðstu dystunum ikki longur at standa í venjaraøkinum og stýra spælarunum. Heldur ikki slapp hann at úttala seg um dystin ella spælarar í miðlunum, vóru boðini, sum Fótbóltssambandið gav NSÍ, sambært Toda Jónsson.

- Eg haldi at tað er at ganga í trongum skóm. Sum venjari er tað trupult, um man ikki kann standa í venjaraøkinum undir einum dysti. Og at eg ikki slapp at siga nakað við miðlarnar bara tí eg ikki hevði A-venjaraprógv, helt eg, var langt úti, sigur Todi Jónsson við bold.dk.

50 ára gamli klaksvíkingurin varð settur sum venjari hjá felagnum um ársskiftið. Orsakað av manglandi pappínum og prógvunum at virka sum venjari í ovastu deildini, var tað Poul Helgi Jacobsen, sum á pappírinum stóð sum høvuðsvenjari. 

NSÍ kunngjørdi 20. mai, at Todi Jónsson stóð sum “persónligur venjari” hjá besta liðnum.

30. juni tók Sámal Erik Hentze við sum venjari hjá besta liðnum hjá NSÍ. Felagið hevur 15 stig nú summarsteðgur er, og bara trý stig eru oman til niðurflytingarstrikuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder