Fótbóltur

- Holland var klassar omanfyri okkum

Føroysku U19 dreingirnir taptu í gjár 5-0 í fyrstu royndini í EM-undankappingini í Írlandi. Landsliðsvenjarin ásannar munin.

- Holland var klassar omanfyri okkum
2018-10-11 10:13 Author image
Agnar Frederiksen

Føroyska U19-landsliðið við dreingjum tapti 5-0 fyri Hollandi í gjárkvøldið, men størsta partin av 1.hálvleiki gekk tað heilt væl at halda sterka mótstøðuliðnum burtur, og samstundis fáa sítt spæl at koyra. Landsliðsvenjarin, Jógvan Martin Olsen, sigur við við heimasíðuna hjá Fórtbóltssambandinum, at hann er væl nøgdur við fyrra hálvleik, men at til endans noyddust føroyingarnir at boyggja seg:   

- Vit spældu væl meginpartin av fyrra hálvleiki, og komu eisini til onkrar góðar støður. Men beint áðrenn steðgin eydnaðist Hollandi at fáa tvey mál. Í seinna hálvleiki komu vit undir stórt trýst, og vit mugu bara ásanna, at vit taptu móti einum betri liði.

At tað var greiður munur á liðunum var eingin ivi sambært roynda venjaranum:  

- Holland hevur eitt sera gott lið, og til tíðir vórðu vit niðurspældir av einum liði, sum var klassar omanfyri okkum. Hagtølini yvir skot á mál sigur eisini eitt sindur um gongdina í dystinum. Holland hevði 14 skot innanfyri málrammuna hjá okkum, meðan vit høvdu eitt.

Les meira her

 Hjá Jógvan Martini og sínum ungu monnum eru nøkur jalig ting at taka við; nú er fokus á komandi uppgávuna: 

- Okkara spælarar stríddust væl, men mótstøðan var ov sterk. Nú mugu vit bara samla kreftir aftur, og vónandi kunnu vit spæla ein javnari dyst móti Írlandi, sigur Jógvan Martin Olsen við FSF.fo

Í hinum dystinum í bólkinum vunnu írsku vertirnir 3-1 á Bosnia-Hersigovina. Leygardagin klokkan 15:00 spæla Føroyar og Írland.

Kelda: fsf.fo