Tað var ein uppgerð um 5. plássi, og hóast hetta plássið ikki gevur nakað í sær sjálvum, so fór ÍF veruliga eftir hesum í Sarpugerði í kvøld og endaði eisini við at taka trý stig við sær um Varmakeldueið.
Við sigrinum, ið var tann fyrsti móti Víkingi í Betrideildini síðani 21. juni 2013, sendi ÍF grannarnar afturum seg og niður í niðaru hálvu av stigatalvuni. ÍF hevur nú meira enn tvífalt so nógv stig sum í fjør og hevur ikki tapt seinastu fýra dystirnar.
Einki mál kom í 1. hálvleiki, men eftir ein tíma legði ÍF seg á odda.
Filip Djordjevic legði upp til 2-0 málið móti sínum fyrrverandi felagið (Mynd: Jens Kr. Vang)
ÍF økti um leiðsluna eina løtu seinni, tá toppskjúttin Uros Stojanov sló til. Nú gjørdist mótbrekkan tyngri hjá heimaliðnum, og hóast Finnur Justinussen fekk minkað um munin í 80. minutti, við sínum málið 100 í Betrideldini, so rakk tað ikki til stig hjá Víkingi.
Í fýra dystum móti “botn-fimm liðum” í ár hevur Víkingur bert fingið fimm stig (ein sigur), og nú er liðið úr Eysturkommunu í niðaru hálvu av stigatalvuni. Við sigrinum í kvøld fer ÍF frammum, og hetta er eina góð støða hjá fuglfirðingum at vera í eftir 8. umfør.
Fleiri spurnartekin verða nú sett við Víking, ið hóast nøkur góð avrik í ár, hevur torført við at fáa tingini at hanga saman, og spurningurin er, um setrið undir Eyðuni Klakstein er vorðið heitt.
8. umfar í Betrideildini
Mikudagin 17.06
Víkingur - ÍF (1-2)
59' Gundur Ellingsgaard Petersen (Uros Stojanov) 0-1
73' Uros Stojanov (Filip Djordjevic) 0-2
80' Finnur Justinussen (Gunnar Vatnhamar) 1-2
HB - KÍ (3-3)
8' Daniel Johansen 0-1
28' Jóannes Kalsø Danielsen (Jóannes Bjartalíð) 1-1
30' Patrik Johannesen (Ole Erik Midtskogen) 1-2
56' Jógvan Rói Davidsen 2-2
58' Jonn Johannessen (Jóannes Bjartalíð) 2-3
73' Sjálvmál 3-3
Jógvan Rói: - Deiligt at vera við aftur
Patrik: Uppá tíðina at eg skoraði
Myndir: HB - KÍ
Skála - TB 0-2 (0-0)
60' Ndende Adama Gueye (John Villi Leo) 0-1
90 (+1)' Poul Ingason (br.)
Myndir: Skála - TB
Skála er nú fýra stig frá strikuni
Týsdagin 16.06
B36 - NSÍ 1-1 (1-0)
3' Sebastian Pingel (Árni Frederiksberg) 1-0
67' Petur Knudsen (Jann Benjaminsen) 1-1
Myndir: B36 - NSÍ
Pingel: Hetta var tjóvarí
Petur Knudsen: Nøgdir við eitt stig
B36 megnaði ikki at gagnnýta málmøguleikarnar
AB - EB/Streymur 1-1 (1-0)
39' Janus Svabo Samuelsen 1-0
90' Niklas Kruse (Gutti Dahl-Olsen) 1-1
Myndir: AB - EB/Streymur
Støðan:
1. HB (22 stig)
2. NSÍ (17 stig)
3. KÍ (17 stig)
4. B36 (16 stig)
6. ÍF (13 stig)
5. Víkingur (11 stig)
7. EB/Streymur (7 stig)
9. TB (5 stig)
8. AB (3 stig)
10. Skála (1 stig)
Komandi umfar - 9.umfar:
Sunnudagin 21. juni:
(15.00): TB - AB
KÍ - Skála
ÍF - B36
(17.00): EB/Streymur - Víkingur
Mánadagin 22. juni:
(20.00): NSÍ - HB
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald