Hondbóltur

- Innsavningin spældi ein ógvuliga stóran leiklut

Hondbóltssambandið hevur í dag melda A-landsliðið hjá monnum til komandi HM-undankapping. Gunn Ellefsen fegnast um tann stóra sýnda stuðulin.

Føroysku leikararnir á manslandsliðnum hava nú eina HM-undankapping at síggja fram til - Mynd: Sverri Egholm

Føroysku leikararnir á manslandsliðnum hava nú eina HM-undankapping at síggja fram til - Mynd: Sverri Egholm

2019-07-15 14:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í dag var freistin hjá HSF at melda manslandsliðið til HM-undankappingina, ið byrjar í heyst. Tað var ivasamt, um tað fór at henda, tí um meldað varð til, fór hetta at ganga út yvir annað landsliðsvirksemi. Men seinastu smáar tvær vikurnar eru áleið 850.000 krónur samlaðar inn ígjøgnum Portalin. Ein rúgva av fyritøkum, privatpersónar og ein kommuna hava játta at latið pening til Hondbóltssambandið. Hetta kundi forkvinnan Gunn Ellefsen fegnast um, tá vit tosaðu við hana fyri løtu síðani: 

- Tað spælir ein ógvuliga stóran leiklut, at privatar fyritøkur og onnur hava stuðla. Praktiskt hevur tað stóran týdning fyri okkum, at vit fáa pengarnar, og so er tað eisini tann nógvi stuðulin, ið vit av hesari orsøk merkja frá so nógvum ymiskum. Við hesari innsavnanini føla vit veruliga, at fólk vilja hjálpa, og at tey vilja hondbóltinum væl - hetta er í stóran mun avgerandi saman við okkara føstu stuðlum.

[object Object]
(Gunn Ellefsen - Mynd: Sverri Egholm) 

Hondbóltssambandið kom í eina keðiliga støðu fíggjarliga, og hetta hevur leitt til tvístøðuna og innsavnanina: 

- Í fyrstu syftu høvdu vit ikki tikið tað, at vit skuldi spæla heimadystirnar í Danmark í farnu undankapping hjá monnum, og tann meirkostnað ið teir høvdu við sær, við í roknistykki. Vit royndu síðani at fáa eina eykajáttanina frá landinum, men tað eydnaðist ikki. Vit vóna framvegis at fáa játtinina, tí so góður og umráðandi sum privatur stuðul er, so hava vit tørv á tí almenna stuðlinum fyri at kunna møta fleiri avbjóðingum.

Gunn Ellefsen nevnir U17-landsliðið, ið vann European Open í Svøríki fyrst í mánaðinum, sum dømi um nýggjar avbjóðingar sum eru spenanndi, men sum kosta:

- Til landsliðsuppgávur hava vit eitt egingjald; tað vil siga, at leikarar sjálvir skuldu gjalda ein part. Leikararnir sum spældu í Gøteborg rindaðu 3.000 hvør fyri at koma har til. Orsakað av flotta sigrinum er U17-liðið boðið til kapping millum jól og nýggjar, har tey bestu landsliðini í Evropa eisini eru við. Frá tí teir lenda í Týsklandi, fáa teir alt goldið, men tað kostar at koma har til. Har hava vit ikki somu fyritreytir sum onnur, tí bara flogferðaseðlar úr Føroyum gera túrarnar væl dýrari. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder