Anders Ygeman, svenskur ráðharri í ítróttarmálum, vil hava ES at útihýsa russisk ítróttafólk frá stórum ítróttartiltøkum.
Orsøkin er russiska innrásin í Ukraina.
Ygeman, sum sigur seg hava verið í sambandi við fleiri ráðharrum í Norðurlondum og øðrum ES-londum vil hava ES-ráðharraráðið at taka støðu til málið.
– So leingi russiska álopið heldur fram, ynski eg, at ES skal taka avgerð um, at vit ikki skulu hava luttakarar í russiskum tiltøkum, og vit skulu útihýsa russiskum ítróttafólkum frá tiltøkum í øðrum londum.
– Ítróttur er jú ein hornasteinur hjá Putin, og hevur hann eisini roynt at brúka ítrótt í sínari leiðslu. So er tað natúrligt, at vit brúka ítrótt at vísa mótstøðu, sigur hann sambært Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald