Fótbóltur

Video: - Kappingin millum meg og Gunnar hevur ongantíð verið tættari

Eg vil sjálvandi gera alt, sum eg kann fyri at halda uppá plássið, sigur Teitur Gestsson, ið heldur at hann kann gerast betri til nógv sum málverji.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-11-11 14:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Gunnar Nielsen er aftur í føroyska A-landsliðshópinum. Royndi málverjin spældi í fyrsta landsdystinum í ár móti Malta, men síðani hava sóttarhaldsreglur í Íslandi lagt honum meinbogar í vegin.

Ístaðin hevur Teitur Matras Gestsson vart føroyska málið, og tað hevur 28-ára gamli HB-leikarin gjørt væl. Hann hevur eisini havt eitt frálíkt ár í Betrideildini, og Teitur segði við Portalin mánadagin, at kenslan var framvegis góð, eftir at FM var komin í hús, tó at tað nú eisini var deiligt at fáa eina nýggja uppgávur at hugsavna seg um.

Teitur setur í samrøðuni, sum var gjørd í samband við at føroyska landsliðið vandi á Tòrsvølli, orð á kappingina við Gunnar, og hvussu samstarvið er teirra millum og við nýggja málmansvenjaran Andras Gango, ið hevur hægstu málmansvenjaraútbúgvingina. 

Føroyar og Litava spæla í dag klokkan 17.00. Talan er um venjingardyst, sum kann síggjast á kvf.fo.

Tað verður sum skilst helst Gunnar Nielsen, ið fær møguleikan í málinum í kvøld. Vit leggja liðuppstillingina út so skjótt, sum hon er tøk.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder