- Eg haldi ikki, at tað ger nakað um eg fortelji hesa søguna...
Hoyr søguna og alla samrøðuna her
Jóan Símun Edmundsson var týðiliga errin og fegin, tá hann í dag setti orð á stóra skiftið hjá Andriasi Edmundsson til Hellas Verona í Serie A. Jóan Símun og Andrias eru ikki bert landsliðsliðfelagar men eisini beiggjar. Tað helt eitt sindur hart, áðrenn yngri beiggin "fekk tað, sum fult og heilt hevur uppiborið"
- Tað hevur verið eitt sindur hektiskt. Og til tíðir hevur tað verið heldur frustrerandi at tosa við Andrias, tá tað ikki hevur sæð út til at verið til nakað. Men nú eri eg bara fyrsti og fremst glaður hansara vegna fyri, at tað kom ígjøgnum: Tað er fantastiskt og haldi eisini, at tað er fult uppiborið: Millum annað tá hugsað verður um alt tað, sum hann hevur offra á sínari fótbóltsleið og verið ígjøgnum av upp- og niðurtúrum.
Sí eisini: Andrias Edmudsson er vónbrotin - vil fylgja dreyminum víðari
Les eisini: Hetta er tað størsta skiftið í føroyskum fótbólti
Tá vit tosaðu við roynda toftamannin úr FM1-rásarúminum í dag, vóru umleið tvey samdøgur farin afturum, síðani skiftið varð kunngjørt í Italia. Jóan Símun greiddi okkum frá, hvørjir hansaa tankar vóru tá
- Tað fyrsta, sum kemur mær til tankar er at hyggja aftur...á nevndu upp- og niðurtúrar. Eitt tað fyrsta, eg minti Andrias á mánadagin, var tá hann, áðrenn hann fór til Sunderland, vandi við í OB. Tað var meðan eg var í OB, og hann var bara 16-ára gamal. Hann vandi so við besta liðnum og U19-liðnum og aftaná tók Kent Nielsen, venjarin, meg inn á kontórið og tosaði um, hvussu tað hevði gingist hjá Andriasi...
- Jújú, tað hevði gingist fínt, og hann kundi gott flyta til Odense at spæla eitt sindur við U19-liðnum: Men at spæla í Superliguni fór Andrias Edmundsson ongantíð.
Jóan Símun Edmundsson staðfestir, at hann hevur stóra virðing fyri og gott samband við Kent Nielsen (núverandi Silkeborg-venjari og EM-vinnari í 1992); at hann er ein venjari, sum oftast hevur rætt. Eisini í, at Andrias sum yngri kanska ikki sá út til at fara at koma á tað stigi.
- Hetta var eitt sindur stuttligt at minna Andrias á, nú hann varð seldur fyri nógvar pengar og skal spæla í Serie A.
Lurta eftir allari samrøðuni við Jóan Símuni um Andrias her
Jóan Símun og Andrias í felagssamrøðu eftir ein landsdyst. Eldri beiggin hevur roynt nógv á sínari yrkisleið - millum annað spælt í Bundesliguni
- Tók ein møguleika og flutti til triðbestu deildina - og "bøh-landið" í Norðurpóllandi
Spurdur um hví Andrias Edmundsson nú er komin so langt, staðfesti Jóan Símun Edmundsson, at tað millum annað var treiskni - og nakrar lyklaavgerðir sum vístu seg at vera rættar.
- Millum annað tá Andrias á sumri 2023 fór til triðbestu deildina í Póllandi: Til eitt felag og ein bý, á bøh-landinum í Póllandi, sum hann einki kendi til. Síðani hevur hann verið skaðafríur, skift til Plock og fingið ein venjara har, sum millum annað onkutíð hevur loyvt honum at gera síni mistøk,
Andrias Edmundsson hevur greitt Portalinum frá hesum við at sleppa at gera mistøk í Plock - og frá avgerini um at fara til triðbestu deildina í Póllandi heldur enn heim til B68 og Føroyar - Hoyr hesa samrøðuna her
Hoyr eisini: Errin stóribeiggi - Tað var hektiskt men eri bara glaður Andriasar vegna
Til seinast staðfestir Jóan Símun, sum sjálvur hevur spælt flest A-landsdystir av øllum (99), at landsdystirnir hjá Andriasi fara at hjálpa nú:
- Hann hevur víst, at hann kann avrika á høgum stigi og móti sterkari mótstøðu, har man veruliga merkir, hvussu góður teir eru. Hann er í besta aldri, og um felagið vísir honum álit; ja, so er eingin orsøk hjá Andriasi ikki at halda, at hann nokk skal klára seg fínt.
Andrias Edmundsson fær møguliga møguleikan at prógva hesum fríggjakvøldið, tá Hellas Verona tekur ímóti Pisa í týðandi botndysti í Serie A.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald