- Um vit hugsa um hvussu nógv, nógv fólk geva seg í hesum døgum, so kunnu Premier League-leikarar gotta geva sítt íkast við at fara niður í løn.
Hetta segði Matt Hancock, heilsumálaráðharri í Stórabretlandi á tíðindafundi í gjár.
Hann vísti á, at fótbóltsstjørnurnar, ið ikki eru til arbeiðis fyri tíðina, burdi borð sín part av samfelagsábyrgdini og góðtikið, at ikki fingið fulla løn í hesum tíðum.
Matt Hancock (Mynd: EPA)
Tottenham, Newcastle, Bournemouth og Norwich eru nøkur av liðunum, ið fara nýta hjálparpakkan hjá bretsku stjórnini fyri at gjalda ymiskum starvsfólkum - her er ikki talan um leikarar og venjarar. Hetta hongur ikki saman, sambært heilsumálaráðharranum.
Júst Tottenham og Newcastle hava fingið nógvar atfinningar fyri at ymisk starvsfólk eru farin 20 prosent niður í løn, meðan leikararnir framvegis fáa fulla løn.
Hann hevur tó fingið alment mótspæl frá m.a. Andros Townsend, Crystal Palace-leikara, sum sigur, at fótbóltsleikarar verða gjørdir til skálkar í støðuni. Gary Neville, viðmerkjari, hevur kallað heilsumálaráðharran nasvísan.
PFA, ið er fakfelagið hjá yrkisleikarum í Bretlandi, hevur eisini svarað aftur. Felagið ásannaði í útmelding í gjár, at tey ymisku starvfólkini, ið vanliga eru knýtt at leikvallunum, og sum hava ymiskar fyrisitingarligar og/ella praktiskar uppgávur, eru sera umráðandi. Eisini góðtekur PFA, at leikararnir skulu bera sín part av ábyrgdini fyri Covid-19 fyri at tryggja feløgini.
Samstundis gjørdi PFA greitt, at hóast fólkahuglagið er tað, at leikarar skulu fara niður í løn og kanska gjalda fyri lønina hjá øðrum starvsfólkum í felagnum, so er tað upp til feløgini at taka avgerð um - um tey framhaldandi kunnu gjalda øllum, so blandar PFA seg uttanum.
Á sosialu miðlunum hevur fólkahuglagið júst sæð út til at verið, at leikararnir, ið fáa ógvuliga høgar lønir í mun til meginpartin av samfelagnum, burdi sjálvboðið farið niður í løn komandi tíðina. Millum annað fyri at syrgja fyri at onnur starvsfólk í felagnum fáa fulla løn. Í aftursvarið til tað hevur fyrrverandi landsliðsleikarin og núverandi verturin á Match of the Day á BBC, Gary Lineker, skrivað, at at tað sum so ikki sæst nakað til at stjórar og onnur í høgum starvi í Bretlandi í hesum døgum sjálvboðið fara niður í løn ella hjálpa øðrum starvsfólkum - hvat við teimum, spyr hann.
Summi feløg í Premier League hava staðfest, at fólkini sum vanliga arbeiða á leikvøllinum, tá dystardagur er, fáa løn fyri restina av kappingarárinum, sjálvt um dystirnir ikki verða leiktir. Júst um teir verða tað, valdar óvissa framvegis um.
Manchester United og Manchester City hava saman latið 100.000 pund til stríðið móti korona í Manchester. City hevur eisini gjørt sín leikvøll tøkan til NHS at nýta.
Seinnapartin skrivað fleiri bretskir miðlar at Harry Maguire, liðfomaður hjá Manchester United, hevur mælt leikarahópinum til at fara 30 prosent niður í løn, og at tað hevur eydnast honum at yvirtalað Ed Woodward, ið er eitt slag av ítróttarstjóra í felagnum, um hetta. Ætlanin er, at tann parturin av lønini ikki skal vera verandi í felagnum, men fara óskerdur til heilsuverkið (NHS)
Leikararnir hjá Leeds United, ið stríðst fyri uppflyting til Premier League, eru sjálvbodnir farnir niður í løn, og tað er Eddie Howe, høvuðsvenjari hjá Bournemouth eisini. Bretskir miðlar skriva nú, at liðformaðurin hjá Liverpool, Jordan Henderson, hevur sett seg í samband við øll feløgini. Hetta hevur landsliðsmiðvallarin gjørt fyri at savna pening til ein hjálpargrunn, sum leikararnir í deildini kunnu lata í. Peningurin fer so óskerdur til NHS.
Kring Evropa gera leikarar og feløg líknandi átøk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald