Mjällby tók øll av bóli í 2025 og gjørdist á fyrsta sinni svenskur meistari. Tað eydnaðist eisini at vinna steypakappingina fyrr í ár.
Liðið úr lítla býnum Hällevik hevur tó als ikki somu gongd í landskappingini í ár, og tað kostaði í dag Karl Marius Aksum starvið.
Í gjárkvøldið tapti Mjällby 4-1 á heimavølli fyri IFK Göteborg. Fjeppararnir hjá føroyingafelagnum vóru ikki blíðir. Teir róptu og vístu annars sína ónøgd. Boðskapurin var: Okkurt má gerast - og venjari skal skiftast sum skjótast.
Karl Marius Aksum tók við sum venjari í vetur, meðan meistaravenjarin Anders Torstensson gjørdist ítróttarstjóri. Hetta hevur ikki eyndast - í øllum førum eru úrslitini á vøllinum ikki nóg góð.
Mjällby hevur bert vunnið ein av seinastu ellivu dystunum - íroknað Evropa - og er bert eitt stig omanfyri play-off pláss um niðurflyting: Nummar 12 av 16 liðum í Allsvenskan við ellivu dystum eftir.
Mjällby hevur megnað illa at sammeint evropeiskar dystir og Allsvenskan. Í heyst er Conference League-deildarspæl á skránni, men fyrst og fremst snýr tað seg um at sleppa undan niðurflyting.
Hetta skal Andreas Brännström standa fyri. Hann var høvuðsvenjari í felagnum í 2022 og fór síðani til AIK, áðrenn leiðin gekk til bestu kekkisku deildina. Brännström er seinnapartin settur sum nýggjur høvuðsvenjari hjá Áka Samuelsen og Martini Agnarsson.
Føroyingarnir eru keyptur til felagið í ár - Áki í vetur og Martin í summar.
Áki Samuelsen hevur havt nógvar góðar dystir og sín leiklut í steypagulli, víðari luttøku í Evropa og góðum sigrum í Allsvenskan. Men vongurin er skaddur í løtuni. Martin Agnarsson hevur ikki veruliga fingið fótin fyri seg í svenska felagnum. Føroyski landsliðsspælarin sat á bonkinum allan dystin mánakvøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald