Fótbóltur

- Málið er at flyta upp

ROYN stendur fyri nýggjari avbjóðing, nú felagsliðið í Suðuroynni fór í søguna.

2019-01-08 16:44 Author image
Ari av Rana
placeholder

Norðasta fótbóltsfelagið í Suðuroynni, ROYN, er við at gera seg klárt til komandi kappingarár.

Felagið stendur fyri nýggjari avbjóðing nú felagsliðið í Suðuroynni fór í søguna. TB og FC Suðuroy megnaðu ikki at semjast um hvussu felagsliðið skuldi arbeiða frameftir, og tí standa liðini einsamøll, nú kappingarárið nærkast.

Meðan TB heldur fast um sítt pláss í Betri-deildini, skal FC Suðuroy spæla í 2. deild, eftir at næsta liðið hjá felagsliðnum flutti niður úr 1. deild.

Fyri ROYN merkir endin á felagsliðnum, at felagið byrjar í 3. deild.

- Vit hava melda eitt lið til 3. deild. Hóast felagið er lítið møttu fitt av fólki til leikarafund herfyri, sigur Eyðfinn Debes, formaður í ROYN.

Eyðfinn sigur, at stóra avbjóðingin er at fáa fatur á einum venjara. Ikki er nógv av pengum í 3. deildarfótbólti og tí kann verða torført at fáa fatur á venjara, men Eyðfinn hevur vónir um at finna ein góðan venjara.

Ein onnur avbjóðing er at fáa leikararnar at leggja orku í 3. deildarfótbóltin. Nógv potentiali er á oynni, men fólki er ofta upptikið av ymiskum, sum tey meta er týdningarmiklari enn 3. deildarfótbóltur.

 Á leikarafundinum var tó sett eitt greitt mál fyri komandi kappingarár.

- Málið er 2. deild. Tað verður neyvan nakar trupulleiki við fólki um vit fáa 3. deildarliðið upp at koyra, og so er málið at flyta upp, sigur Eyðfinn Debes.

Eyðfinn heldur eisini skemtandi fyri, at um felagið megnar at spæla seg upp í Betri-deildina, hevur hann lova at felagið rindar fyri ein góða túr uttanlands á venjingarlegu.

Felagið hevur ikki meir enn til eitt vaksnamannalið, og ikki er gjørligt í løtuni at hava lið í yngri deildunum.

- Vit hava samstarv við TB í yngri deildunum. ROYN hevur áleið 15-17 leikara í teimum yngru aldursbólkunum, sum spæla við TB.

Eyðfinn vísir á at onkur kvinnuligur leikari hjá ROYN hevur verið um U15 landsliðið, og at hetta vísir, at tey hava góðar leikarar.

Um møguleikan fyri at hvalbingar fara at síggja ungdómsfótbólt í bygdini sigur Eyðfinn, at tað er møguligt, at tey fara at hava eitt U7 ella U9 lið í Hvalba, men at endalig støða ikki er tikin til hetta.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder