Hondbóltur

Sí seinna dystin móti Eysturríki klokkan 16.15

Sjúrður Hildarson Hoydal sigur frá á Portal Play. Fyrri EM-fyrireikingardysturin í Eysturríki endaði við javnleiki - ymiskt øðrvísi kann væntast at vera at síggja á føroyska liðnum í dag.

Føroyar skulu í størri mun fáa tamarhald á eysturríkska álopsspælinum í dag

Føroyar skulu í størri mun fáa tamarhald á eysturríkska álopsspælinum í dag

2026-10-24 12:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Álopsspælið var gott. Vit skora jú 33 mál, sum vit ikki so ofta gera, men vit lata jú eisini 33 mál inn. Har hava vit longu hugt eftir fleiri tingum, sum vit skulu betra í morgin.

Soleiðis segði Maria Pálsdóttir Nólsoy við FM1 í gjár. Føroyski toppskjúttin í fyrra venjingardystinum í Eysturríki var væl nøgd við nógv í dystinum hósdagin, har Føroyar spældu javnleik móti einum góðum evropeiskum liði.

Spælskiparin vísir millum annað á, at Eysturríki minnir um Pólland, sum Føroyar spæla ímóti í seinasta dystinum í EM-bólkaspælinum í desember.

Hoyr eisini: Hóskar væl til EM-endaspælið - skulu verja betri í morgin

Les meira um fyrsta dystin her: Eydnaðist Føroyum at stríða seg til flottan javnleik í Eysturríki

Video: Flotta vendin hjá kvinnunum

Í bakketuni hósdagin vóru ymiskar at síggja saman við Mariu Pálsdóttir Nólsoy og Janu Mittún: Marita Mortensen, sum kann væntast at fáa størri leiklut hetta endaspæli enn tey undanfarnu, Fríða Nolsøe Olsen og blaðunga Ró Reginsdóttir, sum spældi hennara fyrsta A-landsdyst.

Ymiskar loysnir skulu vera til reiðar, nú Súna Krossteig Hansen er langtíðarskødd.

Sí eisin: Súna hevur verið undir skurð - skal sita uttanfyri allan veturin

[object Object]
Rakul Borgarlíð Joensen úr VÍF er við A-landsliðnum á fyrsta sinni 

[object Object]Simon Olsen og Claus Mogensen hyggja eftir ymiskum loysnum

Fleiri ungir og nýggir spælarar í landsliðshøpi eru við. Og tað kann hugsast, at Silja Geirsdóttir Eystberg og Rakul Borgarlíð Joensen sleppa at royna seg í dag, umframt Agatha Kjærbk Djurhuus í størri mun á strikuni.

Seinni EM-fyrireikingardysturin millum Føroyar og Eysturríki sæst á Portal Play. Hetta við vanligum haldi ella einstøkum gjaldi fyri ein dyst (49 krónur) 

Sjúrður Hildarsson Hoydal sigur frá

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder