Triðja árið á rað skipa ÍSF og Setrið í felag fyri ítróttarástevnu. Eins og undanfarin ár er skráin full av viðkomandi føroyskum fyrilestrum, framløgum frá útlendskum granskarum og kjaki. Ráðstevnan verður í Kongshøll við Vestaru bryggu í Havn fríggjadagin millum kl. 9 og 14.30
Ráðstevnan hevur heitið: Ítróttur er meira enn bara ítróttur. Aftur í ár verður støði tikið í bæði børnunum, breiddini og teimum bestu.
Fyrsta evnið verður »ítróttur og samfelag: sólskinssøgur og veruleiki«. Hetta evnið tekur útgangsstøði í børnunum, og vit fáa nýggja føroyska vitan – eins og vitan úr øðrum londum.
Annað evnið verður »ítróttur sum heilivágur«, har vit m.a. hoyra ein føroying greiða frá, hvussu økt rørsla hevur minkað um heilivágin, umframt sjónarhornið hjá fleiri føroyskum kommununum, og hvussu tær síggja sína ábyrgd, tá tað kemur til ítrótt, ábyrgd og møguleikar.
Triðja evnið verður »úrvalsítróttur – at lyfta føroyska potentialið«. Her fara landsliðsvenjari og ítróttstjóri úr hondbólti og fótbólti at greiða frá, hví tað gongur so væl í løtuni – umframt at vit hoyra um útlendska gransking í dátudrivnari styrkivenjing.
Eisini verður kjak og høvi at seta spurningar.
Málbólkurin er lands- og kommunalmyndugleikar, ítróttasambond, ítróttafeløg, fakfólk, foreldur og onnur áhugað.
Ráðstevnan er ætlað sum íblástur hjá fólki, sum eru virkin í ítrótti, starvast við børnum, eru partur av politisku skipanini ella arbeiða innan kommunala geiran og heilsuverkið.
Kvøldið fyri ráðstevnuna, hóskvøldið 5. februar kl. 17.30 verður eitt alment tiltak um ítróttafólk og styrkivenjing við luttøku av Nicki Lentz, sum sjálvur er metinnihavari í styrkilyfting.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald