Hondbóltur

- Meira serligt tá mínir dreingir eru við

Forkvinnan í Hondbóltssambandinum hevur verið millum áskoðararnar í Göteborg hesa vikuna. Hon setur orð á góðu menningina og sær nú fram til finaluna í kvøld.

Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur skorað 59 mál í kappingini. Hann er sonur forkvinnu hondbóltssambandsins, Gunn Ellefsen (Mynd: Harald Bjørgvin)

Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur skorað 59 mál í kappingini. Hann er sonur forkvinnu hondbóltssambandsins, Gunn Ellefsen (Mynd: Harald Bjørgvin)

2019-07-05 17:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í kvøld klokkan 19.30 føroyska tíð veðrur fyrsta bríksl í stóru  multihøllini Scandinavium, sum kann hýsa upp til 8.000 fólkum. Á skránni er finalan í European Open, og tað eru vertirnir Svøríki, ið taka ímóti stóra yvirraskilsunum í kappingini, Føroyum.

Føroysku U17-mennirnir byrjaðu kappingina við at vinna stórt á Norra, og seinni sama dag noyddist Spania at lúta. Føroyar vunnu bólkin, og í hálvfinaluumfarinum í gjár gjørdu okkara aftur bart og vunnu fyrst greitt á Hvítarusslandi og síðani 22-20 á Ungarn í avgerandi dystinum. 

Ein av føroysku áskoðarunum í Svøríki er Gunn Ellefsen. Hon er sjálvsagt ógvuliga fegin um góðu gongdina, ið er úrslit av miðvísum arbeiði, har røtt venjing og nógv fysisk venjing eru lyklarnir: 

- Talan er um sera góðar leikarar, ið hava tikið hondbóltin í sera stórum álvara. Teir hava vant nógv frá tí teir vóru heilt lítlir, og teir hava eisini fingið rætta venjing ígjøgnum fleiri ár frá góðum venjarum. Teir hava havt røttu umstøðurnar; hava altíð havt møguleikan at vant hondbólt, men eisini at vant styrki og tað er alt avgerandi at vera fysiskt væl fyri í altjóða hondbólti, har flestu av leikarunum eru størri. 

Les eisini: - Innsavnanin betýðir nógv fyri okkum

Til at hjálpa við fysisku venjingini hevur Heri Ziska verið partur av arbeiðnum hjá HSF í fleiri ár. Hann hevur bakgrund í frælsum ítrotti, og sambært Gunn eigur hann ein umráðandi leiklut í menningini: 

- Heri kendi lítið til hondbólt, tá hann kom inn, men kannaði hvat skuldi til, hvørjir vøddar vóru umráðandi at venja o.s.fr. Hann hevur tí kunnað vant okkara ungu leikarar væl og vegleitt teimum í, hvussu teir skulu venja sjálvir, og tað er nemliga umráðandi fyri leikarar at fáa røttu hjápina til at menna seg.

[object Object]
(Rói Ellefsen á Skipagøtu - Mynd: Harald Bjørgvin)

Sambært Gunn Ellefsen er virðingin fyri føroyska U17-liðnum har stór og fólk eru tikin av bóli. Leikararnir sjálvir eru tó ikki heilt yvirraskaðir yvir sera góðu úrslitini: 

- Her í Göteborg standa nógv við opnum munni og rista við høvdinum, tá tey síggja hvussu góðir ungu dreingirnir frá lítla landinum eru. Leikararnir eru tó als ikki so yvirraskaðir. Teir vita, at teir hava eitt sera gott lið, og teir hava hugt eftir video av mótstøðuliðunum, har teir hava sæð, at teir hava ein møguleika.

Umframt at vera forkvinna í Hondbóltssambandinum er Gunn Ellefsen mamma at tveimum av leikarunum: Toppskjúttanum hjá Føroyum, Elias Ellefsen á Skipagøtu, og Róa Ellefsen á Skipagøtu, ið er eitt ár yngri. Maður Gunn er Jens á Skipagøtu, málmansvenjari: 

- Tað ger tað sjálvandi eyka stuttligt og meira serligt, tá mínir dreingir spæla við. Men tað er eisini stuttligt at síggja leikarar, ið mínir hava leikt saman við síðani teir vóru heilt smáir. Vit sum áskoðarar eru nakað burtur frá hópinum, meðan venjararnir, har ímilum Jens, umframt liðleiðarin eru rundan um teir. 

Í løtuni er ein rúgva av liðum hjá H71 og eitt lið hjá StÍF til Partille Cup í Göteborg og hetta, saman við at fleiri eru við U17-liðnum, hevur gjørt, at nógvir føroyingar hava verið til allar dystirnar hjá okkara ungu monnum. Gunn sigur, at hetta hevur heilt sikkurt hjálpt, og at tey í kvøld aftur fara at gera sítt: 

- Tað hevur verið stuttligt hjá dreingjunum at koma inn í høllina og sæð allar føroyingarnar, og merkt teirra stuðul meðan teir spæla. Nú hava vit roynt at syrgt fyri, at allir føroyingarnir fara at sita saman í stóru høllini í kvøld, har vit fara at royna at gera okkara.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder