Síðani vit løgdu kunning út mikukvøldið um, at tað fyritøkur vóru byrjaðir at lata pening til føroyskan hondbólt, nú eingin játtan er komin frá tinginum enn, so eru yvir 300.000 krónir komnar inn, og talið veksir skjótt. Tað eru higartil 28 fyritøkur, sum hava latið 10.000 krónur hvør, umframt hondbóltsleikarin Jóhan á Plógv Hansen. Runavíkar Kommuna hevur stuðlað við 25.000 krónum. Ein knøpp millión manglar í hja Hondbóltssambandinum fyri at fáa alt landsliðsarbeiði at hanga saman fyribils.
Vit fingu fyrr í dag fatur á Gunn Ellefsen, ið er stødd í Göteborg, har U17-landsliðið hjá monnum veruliga ger vart við seg í hesum døgum. Forkvinnan í HSF sigur soleiðis um innsavnanina:
- Tað betýðir ótrúliga nógv fyri okkum, og tað er ótrúliga deiligt at síggja, at so nógv vilja stuðla okkara arbeiði. Talan er um ekstremt kærkomnir pengar, og vit eru ógvuliga takksom fyri innsavningina.
Fyri Hondbóltssambandið fer hetta at hjálpa beint nú, men trupulleikin við peningini fer tó ikki burtur. Tí skal ein størri játtan til í framtíðini:
- Her og nú hevur tað sera nógv at siga, at hesir pengarnir koma inn. Men uppá sikt hava vit tann trupulleikan, at árliga koma vit at mangla júst hesa upphæddina, so leingi okkara A-landslið mugu spæla sínar heimadystir uttanlands. Fyri at øll landsliðini framvegis skulu hava avbjóðingar, noyðast vit at hava hesar pengarnar. Tørvur er tí á at fáa eina størri játtan, soleiðis at tað kemur í fastar karmar. Tað burdi borið til, tí talan er ikki um eina risastóra upphædd
Gunn Ellefsen sigur, at HSF í løtuni fær góða hjálp men arbeiðir við sera smølum kørmun:
- Vit hava frammanudan nakrar sera góðar stuðlar, ið rinda fast. Uttan teir hevði tað ikki borið at havt landsliðsarbeiðið. Vit eru vís í, at teir kunnu hjálpa meira nú, tá tað stendur á. Tað er ótrúligt hvat fólk gera sum sjálvboðin í Føroyum, men tað eru mørk: Sjálvboðið arbeiði kann ikki rinda flogferðaseðlar. Landsliðvenjarar okkara fáa lága løn fyri tað stóra arbeiði, ið teir gera, og U-landsliðsleikarar rinda partvís uttanlandsferðr sjálvir. Tá okkara lið spæla í Føroyum, gera vit alt minimalt, har leikararnir m.a búgva og eta heima. Tí brúka vit so nógv fleiri pengar, tá vit spæla á útivølli, og við hækkandi krøvunum kunnu kvinnurnar heldur ikki spæla í Føroyum frá 2022 orsakað av manglandi umstøðum.
(Føroyska A-landslið hjá monnum spælir her heimadyst í Farum - Mynd: Sverri Egholm)
Um Hondbóltssambandið meldar A-landslið hjá monnum til komandi HM-undankapping, og um pengar ikki koma inn, so verður neyðugt at skera niður í u-landsliðsarbeiðnum. Hetta fer at koma sera illa við:
- Eitt einstakt u-landslið fær í løtuni eina serliga avbjóðing um árið, umframt tær vanligu" uppgávurnar. Tað hevur nógv at siga hjá okkum, at uppbyggja eina mentan har tað er kul at spæla við landsliðnum, har tað eru spennandi avbjóðingar at síggja fram til, og at eitt landslið er nakað, ið øll kunnu samlast um. Her í Göteborg standa nógv við opnum munni og rista við høvdinum, tá tey síggja hvussu góðir ungu dreingirnir frá lítla landinum eru. Um teir ikki hava útlit til A-landsliði í framtíðini, so risikerar man at missa teir; talan er jú um leikarar, ið taka hondbóltin í størsta álvara.
Forkvinnan í HSF sigur til endans, at ítrótturin gevur landinum nógv, og tí skulu ÍSF og hini sersambondini eisini fáa størri játtan. Gunn Ellefsen er vís í, at føroyingar kunnu røkka langt, um tingini verða gjørd røtt:
- Ítrótturin hevur tørv á størri játtan. Í løtuni fær ÍSF stuðulsjáttan frá landinum og tað er gott, men tað er ikki nóg mikið. Eg trúgvi veruliga, at um vit hava tær røttu umstøðurnar, og trúnna uppá at tað ber til, so kunnu øll. Vit kunnu saktans vera við sum føroyingar, um man leggur orku í tað. Frálíka og sjálvbonda arbeiði hava vit tað framum øll onnur lond, og tað sum ítrottarfelagi gera kring landið við at inkuldera og integrera fólk, tað skal ikki undirmetast. Tað gevur aftur í kassan og gagnar hjá landinum. Tað er umráðandi at sláa fast, at tað ikki bert er játtanin til okkum í HSF, ið skal hækka, bara tí at hondbólturin ríður á einari bylgju í løtuni. Men tað skal hækka til ÍSF og til allar aðrar ítrottargreinarar.
Fyritøkur sum vilja stuðla við 10.000 krónum ella meira kunnu senda teldupost til [email protected]
(Portalurin skipar fyri savningini, men peningin avgreiða HSF og fyritøkurnar sínamillum)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald