Fótbóltur

Video: - Minnist ikki eingongd hvat tú spurdi um

(5:30) Longri samrøða við Jákup á Borg, høvuðsvenjara hjá B36, sum í kvøld leiddi lið sítt til 2. umfar í Europa League á øðrum sinni - Teir hava givið felagnum nógv aftur, sigur Jákup millum annað.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-08-27 23:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

40-ára gamli venjarin segði millum annað, at hann er ógvuliga glaður vegna sínar ungu málskjúttar

- Nú kenni eg teir øðiliga væl, og tí veit eg, hvat teir standa fyri. Tá Hannes er upp ímóti sínum allarbesta, so hevur hann altjóða klassa, og har eru so nógv mál í Ragnari. Hann er "box-to box", og hevur hatta snediga við at hann kann "dukka upp" og vera farligur

Nú sigur hann, at tey í B36 skulu tora at droyma um at koma eitt fet víðari, og sjálvt um tað hevði verið stuttligt at trekt eina "uppliving" sum AC Milan ella Tottenham, so hevði tað eisini verið gott at fingið heimavøll ímóti einum liðið, har møguleikin var realistiskur.

Upptøka: Bjarni Enghamar

Sí eisini: Hannes- Tað var akkurat ein dystur til mín at koma inn
               Ragnar- Hatta var heilt óbeskriviligt
               21-ára gomlu innskiftararnir avgjørdu fyri B36



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder