Fótbóltur

- Minst ein fysioterapeutur pr. dyst eigur at vera krav

Tað er av alstórum týdningi, at røtt hjálp skjótt kemur á staðið, um leikari gerst skaddur undir fótbóltsdysti, sigur Elmar Ósá, lækni hjá fótbóltslandsliðnum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-06-13 14:41 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Elmar Ósá, lækni hjá landsliðnum við serligari Uefa-útbygving innan fótbóltsskaðar, hevur í vikuni hildið skeið fyri fysioterapeutar og onnur heilsuútbúgvin fólk, sum sita og manna beinkin undir fótbóltsdysti.

Tað er av stórum týdningi, at rætta hjálpin kemur fram skjótast tilber, tá talan er um høvd-, nakka- ella heilaskaðar. og tað er í hesum sambandi, at Fótbóltssambandið nú hevur skipað fyri Uefa-góðkendum skeiðum, ætlað læknum og fysioterapeutum, har serligur dentur verður lagdur á júst nevndu skaðar.

Farnu tvey árini hevur Elmar Ósá, læknasamskipari hjá FSF, verið undir instruktør-útbúgving hjá Uefa, og kann hann í dag geva frálæru í, hvussu heilsustarvsfólk til dystir skulu bera seg at, tá tílikir skaðar koma fyri.

Eitt av skeiðunum var hildið farna mikudag, og tá fekk FSF Varpið orðið á Elmar Ósá. Í samrøðuni, sigur Elmar Ósá millum annað, at tað átti at verið minst eitt heilsufakfólk á beinkinum til fótbóltsdystir. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder