Fótbóltur

- Motivatiónin er altíð at spæla seg víðari

Erling Dávidsson hevur nógvar evropeiskar royndir, og verjuleikarin hjá B36 leggur dent á, at liðið hevur góðan møguleika at spæla seg víðari ímóti Crusaders, men tað ræður um at spæla klókt.

Erling Dávidsson her í nærdyst ímóti HB í stórsteypadystinum - í kvøld skal hann royna at ganga á odda fyri B36 í Belfast - Mynd: Jens Kr. Vang

Erling Dávidsson her í nærdyst ímóti HB í stórsteypadystinum - í kvøld skal hann royna at ganga á odda fyri B36 í Belfast - Mynd: Jens Kr. Vang

2019-07-11 10:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í kvøld skal B36 aftur royna seg í evropeiskum fótbólti. Sum tað seinasta av teimum fýra føroysku liðunum skal B36 í morgin spæla sín fyrsta dyst. Hann er á í Seaview Stadium í Belfast ímóti Crusaders FC, og hetta verður fyrsti dystur hjá ártalsfelagnum í 19 dagar. Erling Dávidsson sigur, at teir eru til reiðar til ein fysiskan dyst í Norðurírlandi:  

- Vit føla okkum væl fyri. Vit høvdu eina fulla og góða venjingarviku í síðstu viku, og allir tykast at vera væl fyri og spentir til uppgávuna. Ein harður dystur við nógvum nærdystum og høgum intensiteti er í væntu. Teir tykast at vera fysiskt sterkir, frá tí vit hava sæð, og teir spæla beinleiðis fótbólt.

Les eisini: Fyrru uppgávurnar er í Norðurírlandi og Litava

Seinasta summar var sera gott fyri B36, tí tað gjørdist til seks evropeiskar dystir, eftir at Jákup á Borg og hansara menn leiktu seg víðari tvær ferðir. Nú kemur B36 inn eitt umfar seinni, men eftir góðu úrsltini í fjør og eitt gott lutakast, so er trúgvin uppá víðari luttøku har hjá Erling og hinum av álvara har, hóast leiktlutin sum underdogs: 

- Motivatiónin er altíð at spæla seg víðari. Vit trúgva uppá, at tað ber til. Teir eru favorittar, men um vit allir hava ein góðan dag og levera ein 100 % indsats so ber alt til.

[object Object]
(Erling, longst til høgru, her í Champions League dysti fyri Vìking ímóti FH í 2017 - Mynd: visir.is)

Júst tað at gera tingini rætt og at koma víðari í Evropa, veit Erling Dávidsson nógv um. 29-ára gamli stinni miðverjin hevur leikt heili 24 dystir í evropeiskum kappingum fyri Víking, og hann hevur verið við til at komið víðari fýra ferðir. Sambært Erlingi snýr tað seg um ikki at leypa fram av: 

- Eg hopi, at eg kann geva liðnum nakað í uppgerðini. Í slíkum dystum ræðurtað um ikki alt leypa fram av, men um at vera klókur. Tað stendur nógv uppá spæl ,og tí er umráðandi at raka tað rætta spenningsniveau’ið.

Vit spyra til seinast leikaran, ið var ein av teimum sum kom til B36 í vetur, hvat eitt gott útgangsstøði er taka við til dystin í Gundadali. Erling Dávidsson setur stutt orð á tað:   

- Eitt gott úrslit hjá okkum er, um vit hava nakað spæla fyri til tann seinna dystin.

 

Europa League 1. umfar, fyrri dysturin
(18.00): Crusaders FC - B36
*
(føroysk tíð)

Vit dagføra frá dystinum á forsíðu okkara

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder