
Podgoricia, Montenegro (Portalurin): - Vit vóru vónbrotnir um at missa stigið men eru nøgdir við avrikið í Kekkia og skulu royna at byggja á tað.
Hetta byrjaði Eyðun Klakstein at staðfesta á stutta føroyska tíðindafundinum her í dag.
- Vit vera noyddir fyrst og fremst at verja væl, um vit skulu hava møguleikar. Tað er okkara grundarlag - soleiðis er tað at spæla móti hægri styrkismettum liðum. Men Føroyar skulu í morgin oftari koma longur fram á vøllin enn í Kekkia.
Soleiðis svaraði føroyski høvuðsvenjarin uppá spurning frá lokalum tíðindamanni um føroyska leikháttin.
Omanfyri: Eyðun Klakstein fegnast um vatnfløskuna. Niðanfyri: Heðin Arge frá FSF lurtar við áhuga (Myndir: Sverri Egholm)
Skulu nýta hópin
Tróndur Arge frá Kringvarpinum spurdi um liðið. Har er útgangspunktið greitt hjá føroyska toyminum.
- Vit vilja gjarna brúka hópin. Tað er okkara útgangsstøði. Vit koma heilt víst at gera nakrar broytingar, og liðið er við at verða 100 prosent sett.
Ein broyting er heilt vís. Jann Benjaminsen byrjaði inni á høgra vongbakki móti Kekkia og fær ikki spælt vegna støðuna við fótliðnum. Her er helst eingin ivi um, at Jóannes Kalsø Danielsen, ið kom inn fyri Jann seint í fyrra hálvleiki og stóð seg væl, byrjar inni.
Sí eisini: Jann Benjaminsen er ikki tøkur til seinna dystin
Hans Erik Danielsen, miðlaovasti hjá FSF, Eyðun Klakstein og Odmar Færø (Mynd: Sverri Egholm)
Trygvi Absalonsen frá FM1 (Mynd: Sverri Egholm)
Montenegro, regni og vøllurin
Føroyar og Montenegro spæla í morgin á fyrsta sinni í einum kappingardysti. Tó eru nakrar royndir við U21-landsliðunum og millum feløg úr londum.
Um vit hyggja í U21-høpi, so hava Føroyar tapt báðar dystirnar her í landinum 3-0 men vunnið báðar heimadystirnar 1-0. KÍ (2022), HB (2021) og B36 (2018) eru eisini komin víðari móti liðum úr Montenegro í Conference League/Europa League, so munurin millum landið við beint undir 55.000 íbúgvum og tí við umleið 635.000 er ikki heilt ógvusligur í fótbóltshøpi - tó eru bert tveir á montegrinska landsliðnum í løtuni, sum spæla í heimligu deildini.
Odmar Færø hevur persónliga tvær royndir á økinum: Hann er komin víðari við bæði B36 og KÍ eftir dystir móti montegrinskum liðum, men hóast tað kann merkja nakað at hava havt eina jaliga uppliving á staðnum, so staðfestir hann, at tað bert merkir nakað, um man aftur fær eina slíka:
- Man kemur aftur at møta einum sterkum liði í morgin.
Tróndur Arge, Kringvarpið (Mynd: Sverri Egholm)
Tað eru eitt sindur øðrvísi fyritreytir hesaferð hjá Føroyum, í mun til vanligt. Liðið sleppur ikki at venja á venjingarvøllinum, sum er í vánaligum standi. Hetta er annars vanligt dagin fyri dystin. Tað oysir niður her, og regnið kann ávirka, men føroyingarnar hugsa ikki so nógv um alt hetta, staðfestir Odmar: Jarndopparnir eru eisini við.
- Lat okkum síggja hvør er betri í regninum nú.
Hetta var tað, sum Eyðun Klakstein hevði at siga til endans. Hann sipar til, at bæði londini hava vunnið á Turkalandi í Nations League seinastu árini í oysandi regni: Føroyar á Tórsvølli í 2022 og Montenegro á heimavølli í november 2024.
Sí eisini: Báðir hava skorað móti Føroyum og eru fyrireikaðir
-----------------------------------------------------
Bólkur L
1. Montenegro 3 stig
2. Kekkia 3 stig
3. Kroatia 0 stig *
4. Føroyar 0 stig
5. Girbraltar 0 stig
*Ongan dyst spælt
Ovasta liðið eftir átta dystir kemur til HM-endaspælið í 2026. Tvey'arin endar í Play-off umfarinum
2. umfar - týsdagin 25.mars
Gibraltar - Kekkia
Montenegro - Føroyar
Báðir dystirnir byrja klokkan 19.45 føroyska tíð. Portalurin er á staðnum í Podgoricia og hevur ymiskt tilfar upp til dystin, undir honum og eftir dystin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald