Fótbóltur

Montenegro er heilt nýtt mótstøðulið

Dysturin í morgin verður tann fyrsti millum manslandsliðini hjá londunum. Montenegro vann leygarkvøldið 3-1 á Gibraltar og er styrkismett nakað omanfyri Føroyar. Landsliðið hevur júst 18 ár á baki í dag.

Odmar Færø hevur spælt móti - og sligið feløg úr Montenegro út - í Evropa, men miðverjin hevur ongantíð spælt landsdyst mói Montenegro. Tað verður eitt annað slag av mótstøðu, sum miðverjin og liðfelagarnir møta í morgin enn í Kekkia (Mynd: Sverri Egholm)

Odmar Færø hevur spælt móti - og sligið feløg úr Montenegro út - í Evropa, men miðverjin hevur ongantíð spælt landsdyst mói Montenegro. Tað verður eitt annað slag av mótstøðu, sum miðverjin og liðfelagarnir møta í morgin enn í Kekkia (Mynd: Sverri Egholm)

2025-03-24 08:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Podgoricia, Montenegro (Portalurin): Í gjárkvøldið gjørdist tað endaliga greitt, at tað verður Kroatia - og ikki Frakland - sum kemur í føroyska bólkin sum tað hægst styrkismetta liðið.

Sí eisini: Kroatar koma á Tórsvøll í september

Harvið er greitt, at føroyska manslandsliðið í hesari undankappingini spæla móti tveimum londum, sum man ongantíð hevur hitt fyrr: Kroatia og Montenegro. Føroyar hava heldur ongantíð spælt kappingardyst móti Gibraltar.

Montenegro er eitt av yngstu landsliðunum, sum er. Eftir skilnaðin við Serbia í 2006 og sjálvsræði, spældi Montenegro sín fyrsta dyst sum UEFA-limaland fyri júst 18 árum síðani í dag: 24. mars 2007. Tá vann Montenegro í býnum her á Ungarn í venjingardysti.

Landið hevur tó ikki staðfest seg sum nakað stóra fótbóltstjóð. Montenegro hevur ikki verið við til nakað endaspæl - fyriuttan sum partur av Jugosalvia ella Serbia og Montenegro. Liðið flutti niður úr Nations League deild B í fjør - Føroyar eru eisini í deild C.

Føroyar eru í løtuni styrkismettar nummar 137 í heiminum. Montenegro er nummar 73 - beint frammanfyri Bosina og Ísrael og stutt aftanfyri Norðurmakedónia, sum Føroyar hava spælt nakrar tættar dystir móti seinastu árini. Montenegro var styrkismett í styrkisbólkinum beint omanfyri Føroyum til lutakastið.

Føroyingar hava rímiligar royndir og møguleika at skapa ein spennandi dyst

Tað verður eisini væntað, at tað ikki verður heilt stórur munur í morgin, tó at Montenegro er rímiliga greiður favorittur hjá veddingarfyritøkunum. Flestu spælararnir spæla á væl - ella nakað - fínari addressum enn teir hjá Føroyum, men Gibraltar gav vertunum trupulleikar í 1. umfari leygarkvøldið og kom á odda í 3-1 dystinum.

Um vit hyggja í U21-høpi, so hava Føroyar tapt báðar dystirnar her í landinum 3-0 men vunnið báðar heimadystirnar 1-0. KÍ (2022), HB (2021) og B36 (2018) eru eisini komim víðari móti liðum úr Montenegro í Conference League/Europa League, so munurin millum landið við beint undir 55.000 íbúgvum og tí við umleið 635.000 er ikki heilt ógvusligur í fótbóltshøpi - tó eru bert tveir á montegrinska landsliðnum í løtuni, sum spæla í heldur veiku heimligu deildini.

Stóra stjørnan hjá Montenegro er liðformaðurin Stevan Jovetic, sum skoraði eitt av málinum móti Gibraltar í 1. umfari. Hann er nú 35-ára gamal og spælir í kypriotiskum fótbólti, men hevur áður spælt fyri millum annað Fiorentina, Manchester City, Inter Milan, Sevilla og Monaco. Verjuspælarin Stefan Savic er ikki tøkur. Talan verður helst í miðal smærri men kanska kvikari spælarar, enn hvat kekkar høvdu.

Venjari er Robert Prosinečki, sum gjørdi vart við seg á jugoslavska og síðani kroatiska landsliðnum: Mál móti Føroyum í Beograd í 1991 og HM-bronsa í 1998 við Kroatia vóru millum avrikini - hann er einati spælarin nakrantíð, sum hevur skorað mál fyri tvey ymisk lond í HM-endaspølum. Nú 56-ára gamli Prosinečki spældi fyri bæði Real Madrid og Barcelona í nítiárinum og hevur verið venjari hjá Montenegro seinasta árið.

Bólkur L
1. Montenegro 3 stig
2. Kekkia 3 stig
3. Kroatia 0 stig *
4. Føroyar 0 stig
5. Girbraltar 0 stig

*Ongan dyst her
Ovasta liðið eftir átta dystir kemur til HM-endaspælið í 2026. Tvey'arin endar í Play-off umfarinum

2. umfar - týsdagin 25.mars
Gibraltar - Kekkia
Montenegro - Føroyar

Báðir dystirnir byrja klokkan 19.45 føroyska tíð. Portalurin er á staðnum í Podgoricia og hevur ymiskt tilfar upp til dystin, undir honum og eftir dystin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder