
Prag, Kekkia (Portalurin): - Ein broyting er gjørd í føroyska landsliðshópinum, sum seinni fyrrapartin setir kósina til Podgoricia.
Vinstri vongbakkurin, Martin Agnarsson, kemur til høvuðsstaðin í Montenegro seinnapartin. 21-ára gamli havnarmaðurin spældi í gjár fyri Aarhus Fremad í triðbestu donsku deildini. Hetta var í Skive - týskvøldið kann hann fáa minuttir í Montenegro.
Martin Agnarsson til venjing í Kosovo í november 2022 (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Martin Agnarsson spældi ein A-landsdyst. Talan var um venjingardyst í 2022 í Kosovo. Nú kemur hann til eitt av grannalandinum sum avloysari hjá Jann Benjaminsen.
Jann verður við í føroyska ferðalagnum í dag men fær ikki spælt í 2. umfari vegna fótliðið. Høgri vongbakkurin byrjaði inni í gjár men varð skiftur út í 38. minutti. NSÍ-spælarin meiddi seg í fótliðið, tá hann skuldi verja fyri einum hornasparki.
Sum skilst er talan ikki um ein álvarsaman skaða men so mikið órógvar tað, at Jann Benjaminsen ikki fær spælt landsdyst um tveir dagar.
Jann Benjaminsen í fyrra hálvleiki móti Kekkia (Mynd: Sverri Egholm)
Sí allar myndirnar frá dystinum í Kekkia her
Jóannes Kalsø Danielsen avloysti Jann Benjaminsen stutt fyri steðgin og kom væl frá uppgávuni. KÍ-bakkurin byrjar allarhelst inni týskvøldið klokkan 19.45.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald