- Vit hava fingið eina góða byrjan upp á hesa undankappingina, og nú fara vit eftir tí góða úrslitinum í Andorra.
Tað sigur Eyðun Klakstein, venjari hjá U21-landsliðnum, við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandi Føroya.
U21-menninir skulu í kvøld royna seg í EM-undankappingardysti á útivølli móti Andorra. Liðini hittust á Djúpumýru í Klaksvík í juni, og tá gjørdist úrslitið javnleikur 2-2. Føroysku málini skoraðu Jørgen Nielsen og Gutti Dahl-Olsen. Teir hava ávíkavist fýra og trý mál eftir trý umfør.
– Umstøðurnar her í Andorra eru góðar, og fyrireikingarnar hava gingið væl. Okkara spælarar eru eisini væl fyri, so nú skulu vit bara hugsavna okkum um sjálvan dystin, og vónandi hava vit stig í viðførinum tá vit koma heim aftur. Tað er íøllum føri tað, ið vit fara eftir, sigur Eyðun Klakstein við heimasíðuna hjá FSF.
Andorra var á sigurskós í 2. hálvleiki móti Jørgeni Nielsen og hinum (Mynd: Sverri Egholm)
Hetta er ikki heilt eitt Andorra-lið, sum vit kenna tað. Andorra hevur, umframt stigið í Føroyum, fingið tveir javnleikir móti Hvítarusslandi og hevur tapt tepurt móti Grikkalandi.
Undan dystinum í kvøld eru Føroyar á 4. plássi í bólkinum við 4 stigum fyri tríggjar dystir, meðan Andorra er nummar 5 við trimum stigum.
U21-landsdysturin millum Andorra og Føroyar verður bríkslaður í gongd klokkan 19:00 føroyska og kann síggjast beinleiðis á Rás 1 í Televarpinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald