- Vit eru vanir at spæla í hita, og sólin burdi ikki staðið á, á meginpartinum av leikvøllinum, tá dysturin byrjar. So tað megna vit at standa ímóti júst tí.
Orðini eigur Jákup Biskopstø Andreasen, sum er staddur í Luksemborg býi. Har vera líka undir 30 hitastig, tá KÍ og Atert Bissen í kvøld fara á vøllin í seinna Champions League-dystinum millum liðini.
Talan er um fyrsta umfar, og royndi KÍ-liðformaðurin staðfestir týdningin av dystinum fyri FM1.
- Tað hevur ógvuliga nógv at siga at koma víðari um tað skal gerast heilt stuttligt hjá okkum í heyst.
Les eisini: Størsti dystur hjá KÍ í ár byrjar klokkan 19.15
KÍ hevur 2-1 leiðslu við frá dystinum í Klaksvík, men kortini skal liðið út eftir sigri í Luksemborg, og ikki hugsa so nógv um leiðsluna ið er, sigur Jákup B. Andreasen.
Sjálvur hevur 28-ára gamli klaksvíkingurin stríðst við ryggin seinastu stóru tvær vikurnar. Hann spældi ikki í oddadystinum við Løkin í seinasta umfari undan summarsteðgin, ikki í fyrra dystinum móti Bissen, og verður arbeitt til tað seinasta fyri at fáa nakrar minuttir burturúr Jákupi B. Andreasen til stóra dystin í kvøld
Á middegi fekk Árni Gregersen orðið á Jákup Biskopstø Andreasen, sum setti orð á uppgávuna í kvøld, á veðurumstøðurnar, á útiáskoðarar og á sína egnu skaðastøðu:
Champions League 1. umfar - seinni dysturin
Í dag, mikudagin 15. juli í Luksemborg býi
19.15: FC Atert Bissen - KÍ (1-2)
Til ber at fylgja við ovast á Portalinum - Dysturin sæst her fyri eitt gjald. Talan er um leinkju, ið burdi riggað allastaðni uttanfyri Luksemborg.
Sí eisini: KÍ til Litava um tað eydnast at koma víðari í dag
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald