Føroyska U19-landsliðið við dreingjum tapti næsta dystin í innleiðandi EM-undankappingini, sum í hesum døgum er í Írlandi. Írsku vertirnir vunnu 3-0.
- Írar stýrdu dystinum, og vit mugu bara viðganga, at teir vóru betri enn vit. Kortini haldi eg at okkara verjurpartur riggaði væl, men tíverri gera vit eitt býtt brotsspark miðskeiðis í seinni hálvleiki, og so komu teir ordiliga í gongd, sigur Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari.
Føroyska U19-landsliðið við dreingjum, sum í hesum døgum tekur lut í innleiðandi EM-undankapping í Írlandi, tapti eisini næsta dystin í kappingini. Mikudagin tapti føroyska liðið 5-0 fyri Hollandi, og hesafrð vóru tað írsku vertirnir, ið vóru ein ov stórur gloypubiti. Úrslitið gjørdist 3-0 til Írland.
Les eisini: U19: Tap móti vertunum
Men tað var ikki fyrr enn í 67. minutti, at írar fingu hol á, tá Troy Parrott, ið gjørdi øll málini hjá Írlandi, setti brotsspark í netið. Tíggju minuttir seinni økti Parrott um írsku leiðsluna, og tá fýra minuttir vóru spældir út yvir vanligu leiktíðina skoraði Troy Parrott aftur úr ellivu metrum, skrivar FSF á heimasíðu síni.
- Vit megna at spæla okkum til einkultar støður, men neyvleikin manglar í avgerandi løtum, sigur Jógvan Martin Olsen.
Í hinum dystinum í bólkinum vann Holland stórt á Bosnia-Hersigovina. Úrslitið gjørdist 6-0 til Holland. Týsdagin verður seinasta umfar spælt. Tá møtast Føroyar og Bosnia-Hersigovina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald