Oyggjaleikir 2019

- Ómetaliga skuffað

Rannvá D. Carlsson var vónbrotin eftir 2-0 tapið í hálvfinaluni.

Rannvá D. Carlsson tapti 2-0 móti Jessica Li úr Isle of Man (Mynd: Sverri Egholm)

Rannvá D. Carlsson tapti 2-0 móti Jessica Li úr Isle of Man (Mynd: Sverri Egholm)

2019-07-11 11:58 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Eg eri ómetaliga skuffa, og eg føli at eg ikki fekk mítt spæl at koyra. Eg fann ikki vøllin, og fekk ikki smassjini at koyra, segði Rannvá D. Carlsson eftir hálvfinaluna í morgun.

Hóast vónirnar vóru góðar undan dystinum, so tapti Rannvá D. Carlsson dystin 2-0 í settum. Settúrslitini gjørdust 15-21 og 14-21.

Spurd um hon hevði væntað at vunnið dystin sigur royndi badmintonleikarin: Ja, eg tað hevði eg væntað. Eg eigi at vinna móti henni, segði ein vónbrotin Rannvá D. Carlsson, sum tó kann ugga seg við at hava vunnið bronsu.

- Tað hevði verið skeg við gulli ella silviri, men ein bronsa er eisini góð, sigur Rannvá D. Carlsson.

Bartal Poulsen spældi eisini fyrr í dag, og hann tapti somuleiðis 2-0. Eftir dystin segði hann, at hann hevði ætla sær at vunnið, og var tí eitt sindur skuffaður. Hann kann tó eisini ugga seg við at hava vunnið bronsu.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder