Fótbóltur

- Reyðu alarmklokkurnar hava blinkað í eina tíð

Jacoba Langgard er bersøgin í Facebook-uppslagi, har hon sigur, at 13-0 ósigurin fyri Noreg í vikuni bert er toppurin av ísfjallinum. Hon hevur ongar umberingar, men sigur at nú skal uppraðfestast frá øllum pørtum, tá tað kemur til kvinnufótbólt í Føroyum.

Jacoba Langgard (nr.18) hevur gjørt nakrar hugleiðingar eftir metstóra tapi fyri Noreg á Tórsvølli týskvøldið (Mynd: Jens Kr. Vang)

Jacoba Langgard (nr.18) hevur gjørt nakrar hugleiðingar eftir metstóra tapi fyri Noreg á Tórsvølli týskvøldið (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-10-11 13:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Lítið vistu vit. At hetta skuldi gerast kvøldið har kvinnulandsliðið skuldi leggja rygg til tað størsta tapið í søguni. 13-0 og ikki eitt mál ov nógv.

Soleiðis byrjar landsliðsleikarin Jacoba Langgaard sínar hugleiðingar um dystin móti Noreg, har yrkisleikarar úr millum annað Chelsea, Barcelona og Wolfsburg koyrdu á ímóti føroyska liðnum, ið ikki fekk eitt bein til jørðina í 2. hálvleiki eftir nakrar annars toluligar løtur fyri steðgin. Jacoba spældi í miðverjini allan dystin, so upplivingin hjá 31-ára gamla leikaranum týskvøldið var ikki tespilig.

Les eisini: Tvísiffrað á Tórsvølli

- Fyri meg er tað lætt at ásanna, at formurin skal verða betri, og tað er eisini málið til næsta dyst. Onkur vildi vera við, at hetta var landaskomm.

Jacoba Langgaard hevur sambært Faroe Soccer spælt 20 A-landsdystir, um vit telja teir fimm óalmennu uppí. Eftir eina longri tíðarskeið í Danmark kom hon aftur til Føroyar á summri 2017 og gjørdist beinanvegin ein lyklaleikari hjá ÍF/Víkingi. Í ár hevur Jacoba tað mesta av tíðini virka sum leikandi venjari hjá ÍF/VÍK/B68, ið hevði eitt gott kappingarár í Betrideildini. Hetta var als ikki hátturin, ið hon ynksti at enda kappingarárið uppá, men sambært Jacobu kemur hetta ikki av ongum og kallar dystin eitt "keðiligt og vánaligt, men symbolskt punktum fyri kappingarárið 2019" 

- Ósigurin týskvøldið er tó einans toppurin av ísfjallinum. Fótbólturin í Føroyum er ótruliga viðbrekin. Tapið var søguligt, og søguliga fá lið eru í bestu deildini: 5 lið. Lið fara meira ella minni í upploysn frá einum árið til næsta. Listin yvir dugnaligar leikarar, sum ikki eru tøkir til landsliðið, (og ikki vegna skaða ella barnsburð) er næstan longri enn verandi bruttuhópur. Heimliga kappingin, fyri mítt viðkomandi, endaði 4 vikur áðrenn dysturin ímóti Norra skuldi spælast.

[object Object]
Jacoba og hinar á føroyska liðnum eru farin av vøllinum 6-0 taptum fyri Wales og Hvítarusslandi fyrr í heyst, so málúrttøkan fyri EM-undankappingina er higartil 0-25 fyri tríggjar dystir (Mynd: Sverri Egholm)

Til seinast heldur landliðsleikarin hendurnar uppi í mun til úrsltiið og avrikið, men vísir á, at nú skal av álvara ganga frameftir, og tað krevur at kvinnufótbóltur fær hægri raðfesting frá øllum síðum:

- Eg standi fult inni fyri teir 93 langu minuttirnar á Tórsvølli og ynski ikki at koma við umberingum. Hetta hoyrir tó til søguna. Tá man hevur rakt botnin er vónandi bara ein vegur at fara. Reyðu alarmklokkurnar hava blinkað í eina tíð, og vónandi kann hetta verða startskotið til at kvinnufótbólturin verður uppraðfestur av leikarum, feløgum og FSF.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder